Ongi úrslit

Leita eftir manni í haganum í Vágum

Løgreglan heitir á fólk um ikki at fara í hagan har um vegir

Áki Bertholdsen
2. sepember 2025 kl. 07:40

Síðani í gjárkvøldið hevur løgreglan leita eftir einum manni í haganum í Vágum.

Tað eru nakrir mans, sum høvdu verið eftir nátungum, men seinnapartin fóru løgdu teir á landi á Slættanesi at hvíla seg.

Tann eini maðurin, ein maður í sekstiárunum, avtalaðu við bátsfelagarnar, at hann skuldi fara til gongu til Sandavágs, og so skuld hinir halda fram við bátinum.

Men tá ið hann ikki var komin vegin fram klokkan 21 í gjárkvøldið, var farið at leita.

Maðurin, sum er staðkendur, er ikki komin aftur í aftur enn.

Løgreglan heitir tí staðiliga á fólk um ikki at fara í hagan har um vegin, tað vil siga, norðan fyri Sandavágsháls, ella har um vegir.

Tað er tí, at tey leita í haganum við hundi.

Annars hava bjargingarlið leita, bátar hava leitað fram við landi og tey hava leita við dronu. Vaktarskipið, Tjaldrið er eisini við í leitingini. Tað hava ikki verið líkindi at leita við Tyrlu, men eisini hon fer at leita nú í morgun. Løgreglan sigur eisini, at telefonin er avlødd, so tey fáa heldur ikki fatur á manninum tann vegin.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

3 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47