Ongi úrslit

Leirvíksmálarin í Gallarí Havnará

Sámal Toftenes er leirvíkingur, ið hevur teknað og mála alt sítt lív. 14 ára gamal gekk hann ein vetur til teknifrálæru hjá hinum tiltikna leirvíksmálararum Jóhannesi Christiansen.

Ragnar Sjúrðarson
2. desember 2024 kl. 23:05

Eins og hjá eldra leirvíksmálaranum eru myndirnar hjá Sámali natúralistiskar. Hann leggur heldur ikki skjól á, at hann var hugtikin av Jóhannesi og hansara list.

Sámal luttók á síni fyrstu framsýning í 1989, hetta var árliga framsýningin hjá Lions Eysturoy, síðan hevur hann luttikið á eitt nú ólavsøkuframsýningum, várframsýningum í Smiðjuni í Lítluvík, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring.

Nú sleppa vit á fyrsta sinni at uppliva Sámal Toftenes í Gallarí Havnará. Fernisering er fríggjadagin 6. desember kl. 16-18 og kemur Bárður á Lakjuni at syngja nøkur løg. Framsýningin er opin frá 16-18 allar dagar fram til 12. desember.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43