Føroya skipara- og Navigatørfelag, FSN hevur havt aðaldund, har eisini nevndarval var á skránni.
Beinanvegin aftaná fundin, skipaði nýggja nevndin seg, og greitt er, at Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður, og Elias Zachariasen heldur fram sum næstformaður.
Teir báðir, Jørgin Thomsen, stýrimaður á Gøtunesi, og Petur Mohr, yvirstýrimaður á Ternuni, eru nývaldir í nevndina.
Úr nevndini fóru Finnbogi Berg, ið var ov stuttur á valinum, og Jørgen Nielsen, sum ikki stillaði uppaftur.
Sostatt er nýggja nevndin soleiðis mannað: Annfinnur Garðalíð, formaður, Elias Zachariasen, næstformaður, Alfred Jacobsen, Martin Mohr í Grund, Kristian Oskar Henriksen, Jónfinn Poulsen, Jákup Gøthe, Arnfinn Hansen, Jørgin Thomsen og Petur Mohr.