Sum vit skrivaðu fyri eini løtu síðani fer Landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst um at gera Suðuroyartunnilin.
Men er ein verkætlan sum er so stór, at tað verða minst 9-10 ár, áðrenn hann kann takast í brúk. Og hesi árini, til tunnilin er veruleikin, skulu suðuroyingar eisini liva.
– Tað er sera umráðandi at tryggja, at gott samband er á Suðuroyarleiðini, meðan ein møguligur Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður og bygdur, sigur løgmaður í sambandi við ólavsøkurøðuna.
Í hesum vísir hann á, at Smyril, sum er einasta bindilið ímillum Suðuroynna og meginøkið, er 19 ára gamal, og tað standa fleiri stórar og kostnaðarmiklar umvælingar fyri framman næstu árini, skal hann kunna røkja siglingina á nøktandi hátt, sigur hann.
Løgmaður sigur, at ein møguleiki at tryggja Suðuroyarleiðina, er at keypa eitt skip afturat, sum kann røkja leiðina saman við Smyrli.
– Hetta hevði havt við sær minni slit á Smyril, sigur Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at tað hevði eisini gjørt tað bíligari at tikið Smyril úr sigling í sambandi við umvælingar og eftirlit, tí so hevði Strandferðslan sloppið undan at leiga skip hvørja ferð.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, hevur áður upplýst fyri okkum, at skal Smyril halda í eini tíggju ár afturat, hevur tað avgerðandi týdning, at stórar ábøtur verða gjørdar.
Í fyrstu syftu hevur Strandferðslan mælt til, at Smyril fær síðuskrúvur aftan. Sum er, verður lagt at bryggju við skrúvunum og við at snarað róðrini fult í borðið.
– Tað elvir til ógvusligar ristingar har afturi í skipinum og tað er rættiliga hart fyri skrokkin, tí stálið fær skaða og tað koma rivur í tað, sigur stjórin.
– Men hevði hann fingið síðuskrúvurnar, hevði hann kunna brúkt tær og tað hevði minkað munandi um ristingarnar, leggur hann afturat.
Niels Juel Arge segði at tað kostar einar 60 milliónir krónur ar seta síðuskrúvur í Smyril og Strandferðslan hevur mælt til, at arbeiðið verður gjørt tá ið Smyril fer í dokk til vanligt eftirlit næsta ár.
Somuleiðis hevur Strandferðslan mælt til at høvuðsmotorarnir á Smyrli verða skiftir í 2028, og tað kostar 60 milliónir afturat.
Sostatt mælir Strandferðslan til, at ábøtur verða gjørdar fyri tilsamans 120 milliónir krónur hesi næstu fýra árini.