Ongi úrslit

Leggja minur í Hormuzsundið

Iran ráðar yvir umleið 5000 minum

© CNN
Jóhanna Højgaard
10. mars kl. 23:12

Iran er farið undir at leggja minur í Hormuzsundið, heimsins týdningarmesta farleið, har ein fimtapartur av allari heimsins ráolju, verður silgd ígjøgnum.

Hettar greiða tveir persónar frá, sum kenna til amerikansku fregnartænastuna.

Minurnar eru ikki umfatandi nógvar enn, har nøkur dusin eru løgd seinastu dagarnar, siga keldurnar. Iran hevur framvegis varðveitt upp til 90 prosent av sínum smáu bátum og minuleggjarunum, segði ein av keldunum.

Iranska Islamiska Kollveltingarverjan, stýrir nú í roynd og veru, sundið saman við siðbundnu sjóverjuni í Iran.

Hesir hava førleikan at seta út eitt net av túsindavís av spjæddum minum, spreingievnis-lastaðum bátum, og rakettum frá landi, skrivar CNN.

Um so er at tað passar at teir er byrjaðir at leggja hesar minur, vera avleiðingarnar fyri Iran á einum slíkum støði, sum ikki er sæð áður. Nakað soleiðis skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Hann sigur tó at einki officielt er meldað út um hettar enn.

Trump skrivar eisini, at um Iran tekur burtur minurnar sum skulu vera lagdar út, er tað eitt stórt stig á røttu leið.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10