Ongi úrslit

Lea í Auluni í Finsen

Seinferð – Ein konsert, har tú fært pláss til at anda

Tíðindaskriv
22. apríl kl. 11:27

Tað verður eitt kvøld fyri nærveru og inniligheit, tá Lea tekur løgini frá útgávuni Seinferð við sær á pallin í Auluni í Finsen. Seinferð merkir slow motion, og júst hetta er kjarnin í konsertini – ein mótstøða ímóti skjótleikanum, ið trokar seg inn í lívið. Ein innari uppreistur ímóti krøvunum um at renna líka skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt.

Løgini eru skrivað saman við Teiti í kavaveðrið í Hoydølum – í friðinum, har orð og tónar fingu loyvi at vaksa í sínum egna tempo. Tað er tónleikur, sum gevur pláss til at merkja, til at minnast og til at anda.

Á konsertini fær tónleikurin rúm, orðini finna sítt egna pláss, og tíð er ikki nakað, tú skal kappast við, men nakað tú kanst liva í.

Ein heimkoma í ljóði
Tónleikurin í Seinferð er eisini ein heimkoma. Fødd í Føroyum, men uppvaksin í Keypmannahavn, gjørdist sangskrivingin ein máti at leita aftur til røturnar

- Tá ið omma mín doyði, slitnaði eitt av sterkastu bondunum, ið bant meg til Føroyar, og at missa hana kendist sum at missa eitt heim. Ein máti at finna mítt egna heim aftur í Føroyum var at skriva sangir á hennara máli. Málið, sum eg segði "eg elski teg" á fyri fyrstu ferð, greiðir Lea frá

Aulan í Finsen – eitt tónlistarligt andrúm
Við sínum serstaka akustikki verður Aulan í Finsen ein upplagdur karmur til eina konsert, ið skal kennast sum at sita inni í einum akustiskum gittara. Ljósini myrkna, ljóðið fatar um teg, og brádliga hevur tíð ikki longur nakað vald.

Hetta verður eitt kvøld, har tú sleppur at vera við. At lurta, at merkja, at anda. Hetta er ikki eitt stað, tú skalt renna – tað er eitt stað, tú skalt vera.

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

26. mai kl. 12:00

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

30. mai kl. 10:00

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Samband millum olivenolju og sannlíkindi fyri demens

7 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48