Tá ið Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, tók hvast orðaskifti seg upp í Løgtinginum ímillum Jacob Vestergaard, tingmann fyri Fólkaflokkin og limir í samgonguni.
Jacob Vestergaard átalaði samgonguni, at hon ikki hevði lagt upp fyri nýggjastu tilmælunum frá ICES um fiskiskapin eftir makreli og svartkjafti har mælt verður til heilt stóran niðurskurð.
Umboð fyri samgonguna boðaðu frá, at Landsstýrið visti ikki um tilmælið, fyrrenn tað varð almannakunngjørt 30. septembur - og tí kundi tað heldur ikki takast við í fíggjarlógina.
Jacob Vestergaard, sum sjálvur hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skuldsetti beinleiðis limir í samgonguni fyri at lúgva.
Tì hann segði, at hettar samsvarar ikki við tær royndir, hann hevði tá ið hann var landsstýrismaður, tí tá varð kunnað um tilmælini umleið ein mánað, áðrenn tað varð almannakunngjørt.
Tí hevur hann biðið Jóhan Christiansen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, greiða frá, nær landsstýrið visti hvat.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at tilmælið varð ikki almannakunngjørt fyrr enn 30. septembur.
– Hendan dagin sendi Havstovan Fiskivinnumálaráðnum tilmælið hjá ICES og eina stutta kunning, sum greiddi frá tilmælinum.
– ICES hevur eina mannagongd, sum sigur, at tá ábendingar eru um ógvusligan niðurskurð, skulu londini, sum hava biðið um tilmæli, fáa eina ávaring, áðrenn tilmælið verður alment.
Tað merkir, at tann 19. septembur fekk Fiskivinnumálaráðið skriv frá ICES, sum greiddi frá støðuni við makreli og svartkjafti, og at stórur niðurskurður kundi væntast í tilmælinum fyri báðar stovnarnar.
Tilmælið verður viðgjørt í trimum ymiskum arbeiðsbólkum í ICES og broytingar kunnu verða gjørdar í tilmælunum í øllum trimum arbeiðsbólkunum.
– Tí hava tey, sum arbeiða við at orða tilmæli, tagnarskyldu til tilmælið hjá ICES er alment, sigur Jóhan Christiansen.
Mannagongdin fyri stovnsmetingarnar og tilmæli hevur verið tann sama í mong ár, og er hendan:
Stovnsmetingarnar fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft verða gjørdar um mánaðarskiftið august-septembur.
Tá ið ICES-arbeiðsbólkurin fer undir arbeiðið, verður samstundis gjørt greitt, at úrslitini eru í trúnaði, til ICES hevur almannakunngjørt tilmælini.
Umleið eina viku eftir hittist Advice-drafting-group, ADG, sum skrivar endaliga tilmælið.
Og umleið eina viku eftir tað, góðkennur Advisory Committee, ACOM, tilmælini.
ICES almannakunnger so tilmælið 30. september ella tann gerandisdagin, sum er tættast við hesa dagfesting.
Jóhan Christiansen leggur afturat, at Fiskivinnumálaráðið kunnaði Fíggjarmálaráðið um tilmælini sama dag, sum ICES almannakunngjørdi tey, ella tann 30. septembur.
Hann sigur, at nú skulu strandarlondini taka støðu til ráðgevingina hjá ICES, og hvør mest loyvda veiðan skal vera næsta ár.
Tá ið henda avgerð er tikin, hevur Fíggjarmálaráðið neyvari upplýsingar til at gera eina nýggja inntøkumeting til fíggjarlógina fyri næsta ár.