Landsdystur, flogbóltur: Smurdu Malta av

U-19 landsliðið í flogbólti, gentur, smurdi í gjárskvøldið Malta av 3-0. Settini endaðu 25-8, 25-7 og 25-7.

Tíðindaskriv
4. september 2021 kl. 11:52

Malta kom best frá byrjan og kom á odda 3-0, men eftir hetta fingu tær ikki eitt bein til jørðina. Føroyska liðið var klárt betri á øllum plássum, og vónirnar til næsta dystin eru eisini góðar, tá liðið skal spæla ímóti Gibraltar klokkan 18,00 í dag.

Liðið er við evropeiskari kapping í Íslandi, har føroysku genturnar eisini skulu møta Íslandi í morgin.

Stroyming verður á Youtube-kanalini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum her klokkan 18,00:

Dystarskráin fyri smálandakappingina í Íslandi fyri U19 gentur er annars henda restina av kappingini: Tíðirnar eru føroyskar:

Leygardag 4. sep. kl. 15.00 Malta – Ísland

Leygardag 4. sep. kl. 18.00 Gibraltar – Føroyar

Sunnudag 5. sep. kl. 15.00 Malta – Gibraltar

Sunnudag 5. sep. kl. 18.00 Ísland – Føroyar

Føroyska liðið:

Fleyr: Vár Rajani Færø (10), Hanna Iansdóttir Biskupstø (1), Helena Skylv Hansen (3)

SÍ: Sofía Weihe Simonsen (2), Janna Falkvard (7), Inga Helena Henriksen (14), Eva Gunn Niclasen (08)

KÍF: Milja Silvansdóttir (9), Marta Fagrakeltt (15), Jakobina Joensen (11)

Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir (5)

Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen (6)

Venjari: Lars EngellFøroyskur dómari í kappingini: Dávið Hentze