Ongi úrslit

Landsdystirnir eru í leysum lofti

Um spenta støðan í Miðeystri eisini verður, tá ið landsliðið skal á venjingarlegu, so verður ikki farið á venjingarlegu har suðuri

© Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen
Jonhard Hammer
1. mars kl. 21:35

Í morgin um tvær vikur fer Eyðun Klakstein landsliðsvenjari á tíðindafundi at boða frá, hvørjum spælarum hann fer at senda boð eftir at vera við á venjingarleguni, sum síðst í hesum mánaðinum verður í Sameindu Emirríkjunum.

Venjingarlegan verður í Dubai, og ætlanin er at spæla tveir landsdystir í Dubai. Tann fyrri verður hósdagin 26. mars móti Singapor, og tann seinni verður mánadagin 30. mars móti Sameindu Emirríkjunum.

Hetta er ætlanin, men nú fæst at síggja, hvussu tað verður. Í løtuni er støðan sera spent á arabisku hálvoynni, og tað ber við sær, at loftrúmið har á leið er stongt, og tí er tað eingin flúgving.

Tað eru meiri enn tríggjar vikur, áðrenn landsliðið fer úr Føroyum, so tað er møguleiki fyri broytingum og harvið, at støðan ikki verður so spent, sum hon nú er. Men um hon ikki broytist, so verður ikki møguleiki fyri at fara á ætlaðu venjingarleguna.    

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Silvurdrongur takkar fyri seg

17 tímar síðan

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43