Í Ársfrágreiðing Landsbankans 2025 verður staðfest, at tørvur er á bæði strammari fíggjarpolitikki og grundleggjandi bygnaðarbroytingum fyri at tryggja búskapin framyvir.
Fíggjarpolitikkur skal vera meira skipaður
Eitt av høvuðstilmælunum er at seta í verk eitt greiðari fíggjarpolitiskt regluverk. Búskaparráðið mælir til, at politiska skipanin arbeiðir eftir greiðum málum fyri fíggjarpolitikkin bæði á 5 og 10 ára sikt.
Endamálið er at tryggja, at almennu fíggjarnar verða styrktir í góðum tíðum, í staðin fyri at økja útreiðslurnar. Sambært frágreiðingini er tað ein trupulleiki, at bæði land og kommunur hava hall í einum hákonjunkturi. Hetta leggur eyka trýst á búskapin og ger hann meira viðbrekkan, tá ið ein niðurgongd kemur.
Samstundis verður mælt frá at brúka sonevnda “plenuklipparan”, har sparingar verða gjørdar breitt uttan greiða raðfesting. Í staðin eigur politiska skipanin at gera ítøkiligar og málrættaðar broytingar, sum geva varandi árin.
Nýskipanir heldur enn smærri tillagingar
Landsbankin og Búskaparráðið leggja dent á, at tað ikki er nóg mikið við smærri tillagingum. Tað er neyðugt við veruligum nýskipanum, serliga innan almenna geiran.
Eitt ítøkiligt tilmæli er at gera kost-nyttu-greiningar av almennum íløgum, so tryggjað verður, at hvør króna gevur mest møguligt virði. Hetta skal hjálpa við at raðfesta rætt millum verkætlanir og forða fyri óneyðugum útreiðslum.
Harumframt verður mælt til at seta eina nevnd at arbeiða við rationaliseringum innan stóru vælferðarøkini – serliga skúla-, heilsu- og almannaøkið. Endamálið er at lækka eindarkostnaðir og gera tænasturnar meira effektivar.
Eldraøkið krevur stórar broytingar
Ein av størstu langtíðaravbjóðingunum er demografiska gongdin. Fleiri eldri fara at økja útreiðslurnar nógv komandi árini, og sambært metingum verður tørvur á hundraðtals nýggjum starvsfólkum innan røktarøkið.
Her mæla Landsbankin og Búskaparráðið til fleiri ítøkilig stig:
Kommunurnar eiga at skipast í størri eindir, so tær betur megna uppgávurnar
Fíggingarleisturin á eldraøkinum skal endurskoðast
Arbeiðsútboðið skal økjast, so nokk av starvsfólkum eru tøkir
Ein samskipandi eind eigur at verða sett á stovn at stýra og menna økið
Uttan slíkar broytingar er vandi fyri, at vælferðarskipanin ikki verður haldfør.
Bústaðarmarknaður og arbeiðsmarknaður
Eisini bústaðarmarknaðurin krevur politisk átøk. Búskaparráðið staðfestir, at útboðið av bústøðum er ov lítið, og mælir til, at myndugleikarnir økja um byggilendi og bústaðarbygging.
Á arbeiðsmarknaðinum er tørvur á at tryggja arbeiðsmegi framyvir. Vøksturin í arbeiðsútboðnum kemur í stóran mun frá útlendingum, og hetta undirstrikar tørvin á einari greiðari strategi fyri arbeiðsmegi og búseting.
Haldføri krevur politiska raðfesting
Samlað er boðskapurin greiður: føroyski búskapurin er sterkur í dag, men tað er júst í góðum tíðum, at grundarlagið fyri framtíðina skal leggjast.
Landsbankin og Búskaparráðið ávara um, at uttan greiðari fíggjarpolitikk, betri raðfesting og veruligar bygnaðarbroytingar kann búskapurin gerast ov viðbrekin.
Tí er tørvur á politiskum avgerðum, sum ikki bara loysa trupulleikar her og nú, men tryggja, at føroyska vælferðarsamfelagið eisini er haldført um 10 og 20 ár.