So er tað avgjørt. Kvinnurnar hjá Kyndli eru føroyameistarar í hondbólti. Tað er greitt, nú fjórða finalan er av. Hon var í Vestmanna í kvøld. VÍF hevði knívin á barkanum, tí undan hesi finaluni var Kyndil frammanfyri 2-1.
Talan hevur verið um fýra flottar og spennandi finalur millum Kyndil og VÍF, sum átti stóra æru av spenninginum við stríðsvilja og gjøgnumbrotsmegi allar dystirnar á tamb.
Kyndil vann 30-28, eftir at Kyndil í fyrra hálvleiki var frammanfyri 17-14.
Hetta er 10. meistaraheitið hjá kyndilskvinnum, og hetta er fimta ferðin, at Kyndil vinnur greipuna. Felagið er nú einsamalt á 2. plássi aftanfyri Neistan. Kyndil hevur vunnið steypakappingina átta ferðir og greipuna í 2014, 2017, 2019, 2024 og so aftur í 2026.
VÍF legði bragdliga fyri. Bara hálvur minuttir var farin, tá ið Silja Geirsdóttir Eystberg hjá Kyndli varð útvíst í tveir minuttir, og tveir minuttir seinni var VÍF frammanfyri 2-0.
Hetta var einasta ferðin, at VÍF var á odda. Tá ið sjey minuttir vóru farnir, var Kyndil frammanfyri 3-2, og so var Kyndil á odda mest sum allan fyrra hálvleik. VÍF javnaði tó til 12-12, tá ið 24 minuttir vóru farnir og til 13-13, men tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki, var Kyndil frammanfyri 17-14.
VÍF stríddist fyri at svara aftur, og hóast Kyndil 10 minuttir eftir steðgin var frammanfyri 22-18, so varð tað aftur spennandi, tá ið VÍF megnaði at minka um munin til 24-23.
Tá vóru stívliga 47 minuttir farnir, og síðani var leiðslan fyri tað mesta tvey mál og onkuntíð meiri enn so. Fimm minuttir undan leikloki var 28-25, men VÍF legði øgiliga nógv fyri, og ein minutt undan leikloki minkaði munurin til eitt mál.
Toppskjútti hjá heimaliðnum var Fríða Nolsøe Olsen, sum skoraði 9 mál, og henni næst var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen við 7 málum.
Hjá Kyndli var Turið Arge Samuelsen stóri spælarin. Hon er besti málskjútti í deildini, og í kvøld skoraði hon 12 mál. Hetta er fimta árið á rað, at Turið Arge Samuelsen er besti málskjútti í deildini. Í kvøld skoraði Joan Johannesen fýra mál.



