Kaja Kristensen sum er fødd í Porsgrunn kommunu í Noregi, er 30 ára gomul, 174 cm høg, og nýggjur spælari hjá Kyndli.
Kaja er royndur spælari. Hon hevur spælt í bæði Noregi og Týsklandi. Millum annað hevur hon spælt í Larvik HK, Oppsal og BSV Sachsen Zwickau.
Hettar boðar Kyndil frá á Facebook, har tey eisini ynskja henni hjartaliga vælkomna, og gleða seg at síggja hana í høllini.