Helgi Hildarson Hoydal sum hevur verið praksislæru hjá HSF, og lesur masterútbúgving á Setrinum hevur kanna evnið gentur og fráfall í hondbólti.
Hvørjar eru orsøkirnar:
Tað eru 3 evnir, sum venda aftur í samrøðunum sum Helgi hevur gjørt við gentinum, tey eru: Venjarin, umstøður og felagskapurin.
Venjarin
Gentunar nevndi allar at ein jaligur venjari sum er rættvísur og savnandi gjørdi tað stuttligt at koma til venjing. Gentunar høvdu eisini upplivd at summir venjarir vóru harðir og ódamligir, og raðfesti summar leikara fram um enn arðar. Hettar hevði ávirkan á teirra hug at íðka, umframt í summum førum verið við til at tær góvust at spæla.
Umstøður
Góðar umstøður var eisini við til at spæla ein part, summar av gentinum greiddi frá at venjingartíðinar vóru so keðiligar at tær ikki fingu tíðina at hanga saman, onkrar nevndi at venjingar sum vóru seint um kvøldi ikki var gott, tí at tær vildi vera upplagdar at fara í skúla og raðfesti tað fram um. Tvær av gentinum nevndi eisini at klæðini ikki vóru nóg góð og hettar gjørdi at tær ikki føldi seg væl í teimum og vóru ikki spurdar eftur tá felagaði handaði tey út. Hettar var ikki ein beinleiðis orsøk hví tær góvust men nakað sum feløg kunnu skipa ørðvísi.
Felagskapurin.
Tær allar nevndi at orsøkin tær byrjaðu var felaskapurin og tað var tað mest týdningarmesta. Men, tá ið felagskapurin broytist og onkrar verða raðfestar fram um, viknar felagskapurin. Gentunar hildu at hetta var ábyrgdin hjá bæði felagnum og venjarum at tað verður skipa so at øll eru við, bæði til venjingar og tiltøk, sum kunnu styrkja samanhaldi.
Hvat kann man gera.
Í greinini hjá Helga nevnur hann summi feløg kunnu gera.
Styrkja venjaraleiklutin
Tryggja sømliga venjingartíðir
Raðfesta felagskapin
Taka gentunar við uppá ráð
Veita eitt tilboð til vaksin sum ikki vilja ella megna at spæla á hægsta stigi. Eitt tilboð sum ikki krevur ov nógv av leikarinum men er meira enn bert at leika dystir í 2 deild.
Meira av greinini kann lesast á Hsf.fo