Ongi úrslit

Kunningartiltak um nýggju integratiónslógina

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
13 tímar síðan

Hóskvøldið 6. november verður kunningartiltak á Miðnámi á Kambsdali, har nýggja integratiónslógin verður løgd fram og umrødd. Tiltakið er frá kl. 19.00 til 20.00.

Umboð frá Útlendingastovuni fer at greiða frá, hvussu nýggja lógin ávirkar tilflytarar í Føroyum. Eisini fer umboð úr Løgmálaráðnum at hava eina stutta framløgu um integratiónsskeiðið, sum í løtuni verður ment.

Framløgurnar vara tilsamans umleið 45 minuttir, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Aftaná verður drekkamuður og okkurt søtt at fáa.

Tiltakið verður hildið í nýggju felagshøllini á Miðnámi á Kambsdali.

Mest lisið hesa vikuna

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20