Ongi úrslit

Kunngerðin um løn undir útbúgving er nú lýst

Skipanin fevnir um útbúgvingarnar til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
4. juli 2025 kl. 22:15

Kunngerðin um løn undir útbúgving er nú lýst og hevur ásetingar um, hvussu skipanin við løn undir útbúgving kemur at virka.

Skipanin fevnir um útbúgvingarnar til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara. Kunngerðin hevur ásetingar um ein útbúgvingarsáttmála millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ið fer undir útbúgving, og hvussu lønarendurgjaldið skal umsitast. Fyri at koma undir skipanina við løn undir útbúgving er neyðugt at hava útbúgvingarsáttmála, umframt at vera tikin upp á eina av útbúgvingunum á Heilsuskúla Føroya.

Kunngerðin ásetur eina royndartíð uppá 4 mánaðir, har arbeiðsgevari kann uppsiga útbúgvingarsáttmálan, meðan starvsfólkið altíð kann uppsiga útbúgvingarsáttmálan. Eftir royndartíðina kann arbeiðsgevari ikki uttan víðari uppsiga útbúgvingarsáttmálan. Harumframt eru ásetingar um, hvussu arbeiðsgevarar søkja um lønarendurgjald eftir nærri reglum og freistum, sum Studni kemur at áseta.

Kunngerðin sæst her.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57