Ongi úrslit

Kunngerð um næmingaráð lýst

Næmingaráðsarbeiði skal venja og styrkja luttøkuna hjá næmingum í demokratiskum tilgongdum við uppstilling, vali og at virka við demokratiskum spælireglum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
14 tímar síðan

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur lýst kunngerð, sum ásetir karmar kring næmingaráðsarbeiði, og sum gevur næmingunum skipaðar umstøður at seta fram síni sjónarmið.

Næmingaráðini eru ein týðandi liður í arbeiði skúlans at styrkja næmingaluttøku og geva næmingunum umstøður at viðgera mál av felags áhuga. Næmingaráðini fáa í samstarvi við leiðslu skúlans og starvsfólk møguleika fyri ávirkan og eina skipan, har tey kunnu gera vart við viðurskifti, sum ávirka teirra skúladag. 

Næmingaráðsarbeiði skal venja og styrkja luttøkuna hjá næmingum í demokratiskum tilgongdum við uppstilling, vali og at virka við demokratiskum spælireglum.

Harumframt skulu næmingaráðini vera hoyringarpartur í sambandi við avgerðir hjá skúlamyndugleikunum, tá fyriskipanir verða settar í verk, ið hava ávirkan á læring, trivnað og undirvísingarumstøður í fólkaskúlanum. Hetta er ein eisini mannagongd, sum  landsstýrismaðurin hevur nýtt í sambandi við fyrireikingararbeiðið til Barnalógina, sum er í gerð.

Áseting er eisini gjørd í kunngerðini um, at næmingaráð fólkaskúlans kunnu stovna eitt landsnæmingaráð fyri næmingaráðini.

Kunngerðin um næmingaráð kann lesast her.

Mest lisið hesa vikuna

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

23 tímar síðan

Háskúlin hevur fingið nýggjan stjóra

4. juli kl. 22:53