Kristoffer fer úr Klaksvík og til Fuglafirðar

ÍF hevur sett KÍ hjálparvenjaran at vera høvuðsvenjari í Fuglafirði

Ítróttarfelag Fuglafjarðar
3 tímar síðan

ÍF skrivar soleiðis í dag:

Vit kunnu gleðiliga kunngera, at vit í farnu viku hava undirskrivað 2 ára sáttmála við nýggjan venjara, ið skal standa á odda fyri okkara fremsta mansliði. Talan er um danan, Kristoffer Kvistgaard.

Kristoffer er 34 ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum venjari, hetta á ymiskum stigi. Kristoffer hevur UEFA A-prógv og er útbúgvin “fodboldscout”.

Sum venjara lýsir hann seg at hava styrkir innan taktiska fatan og evni til at tillaga strategi og spælistíl útfrá dystargongdum. Hann hevur fokus á einstaklingamenning og gongur høgt uppí at røkja førleikar hjá evnaríkum leikarum. Harumframt leggur hann dent á at skapa eitt jaligt og eggjandi umhvørvi liðnum og toyminum at frama.

Kristoffer kennir til føroysk fótbóltsviðurskifti. Hann hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá MB,
høvuðsvenjari hjá KÍ kvinnum og hesa seinastu tíðina hjálparvenjari hjá Esben Hauge fyri besta
mansliði hjá KÍ.

Sum formaðurin segði, tá hann flutti fram røðu til ársveitsluna í oktobur, so vilja vit í felagnum seta fokus á at menna egið tilfar. Vit noyðast sum felag at gerast langtíðarhaldbart. Vit mugu gera langtíðarætlanir og vit mugu seta øll segl inn uppá at fáa sum mest burturúr egnum tilfari. Tað er  skylda okkara at menna leikarar, sum vaksa upp í ÍF.

Tí fara vit nú í eina tilgongd at byggja upp, og at førleikamenna hvønn einstakan leikara á tí støði, hann er á. Í framhaldi av hesum skal tí okkara nýggi venjari, umframt at taka sær av okkara flaggskipið, hava úrvalsvenjingar í yngri deildum, har fokus verður á førleikamenning, soleiðis at leikarar gerast búnir til fótbólt á hægsta støði.

Felagið ynskir at fara undir regluligar morgunvenjingar, og kemur Kristoffer eisini at taka sær av hesi uppgávu.

Kristoffer hevur góð úrslit at vísa á, og meta vit útfrá eini heildarmynd, at hann hóskar væl til profilin hjá ÍF – bæði til at føra besta mansliðið fram og til ta menningarætlan, ið felagið hevur sett út í kortið.

Vit bjóða hervið Kristoffer Kvistgaard vælkomnum til ÍF.

Vit síggja fram til hetta samstarv, og eru spent uppá hesa tilgongd.