Kristel Lisberg skal upptraðka á Longhorn Festival '26, skrivar Festivalurin á Facebook.
Talan verður um eina sera intima konsert har Kristel fer aftur til kjarnuna, sum eru sangirnar, søgurnar og nærveran.
Tað verða nýggir sangir úr Nashville - skrivaðir saman við nøkrum av evnaríkastu sangskrivarunum í Nashville.
Sí skránna og fá info her: https://longhornfestival.dk/
Festivalurin verður hildin vikuskiftið 3. - 5. september 2026 á Jelling Familju Camping.
Longhorn Festival, sum fyrr bar heitið Jelling Country Festival, er ein trýggjar dagar danskur musikkfestivalur fyri country-, amerikana- og rótmusik, ið verður hildin hvørt ár á Jelling Camping.
Festivalurin bjóðar uppá yvir 30 konsertir, býttar yvir tríggjar pallar.
