Ongi úrslit

Kringvarpið hevur viðgjørt Suðuroyartunnilin á fullgóðan hátt - Landsstýriskvinnan blandar seg ikki upp í

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Kringvarpið hevur gjørt sær ómak at lýsa málið um Suðuroyartunnilin á fullgóðan hátt.

Tað stendur í eini frágreiðing frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Mentamálum.

Kringvarpið hevur gjørt nógv burtur úr málinum um Suðuroyrtunnilin, men tað eru nógv sum sita við teirri fatan, at stór slagsíða hevur verið í viðgerðingi, tí fyri nógv tann mesta partin eru tað tey, sum eru ímóti ætlanini, sum eru sloppin fram at mikrofonunum.

Tað fekk Súsannu Bertholdsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, at reisa málið í løgtinginum og at spyrja Sirið Stenberg, hvat hon helt um arbeiðið hjá Kringvarpinum í sambandi við Suðuroyartunnilin

Eitt nú vildi tingkvinnan hava at vita, hvussu nógv innsløg Kringvarpið hevur gjørt um Suðuroyartunlinnilin og hvussu nógvar samrøður hava verið við umboð fyri nevndina fyri Suðuroyartunlinum, ella ráðgevararnar hjá teimum í hesum sambandi.

Kringvarpið hevur upplýst fyri landsstýriskvinnuni, at tað verður ikki skrásett, hvussu ofta ávís evni hava verið viðgjørd, og hvussu ofta ávísar keldur hava verið brúktar.

Kringvarpið ger tíðindi og velur keldur út frá vanligum fortreytum ið snúgva seg um, hvussu aktuell og týðandi ávís evni eru, og hvussu viðkomandi keldurnar eru fyri ávísu søguna, so hon verður lýst á nøktandi hátt.

Síðani Suðuroyartunnilin kom á breddan, hevur Kringvarpið gjørt fleiri útvarpssendingar, sjónvarpssendingar, kjaksendingar um málið, sigur kringvarpið

– Tað er trupult at seta tal á, hvussu rúgvismikið hetta tilfar er í tali og í tíð, og hvørjar keldur hava verið nýttar í sambandi við hesa framleiðslu, og hvussu ofta ávísar keldur upptraðka í teimum mongu innsløgunum, sum hava verið, sigur Kringvarpið.

Samanumtikið er galdandi fyri hetta málið, eins væl og onnur mál, at tíðindafólkini gera sær ómak at lýsa málið á fullgóðan hátt og í samsvari við góðan fjølmiðlasið og við teimum vinklum, keldum og meiningum, sum lýsa málið og ítøkiligu støðuna frægast, sigur Kringvarpið.

– Kringvarpið fylgir leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, og Kringvarpslógin hevur ásetingar um, hvussu til ber at kæra um brot á góðan fjølmiðlasið, leggja tey afturat.

Sirið Stenberg sigur eisini, at tað eitt grundleggjandi prinsipp í okkara fólkaræði, at landsstýrið ikki leggur seg út í arbeiðið hjá Kringvarpi Føroya.

Hetta armslongdarprinsipp er eisini ásett í kringvarpslógini, sigur hon

Hon sigur eisini, at ovasta leiðslan á stovninum er eitt stýri, sum politisku flokkarnir á løgtingi tilmæla limir í.

Et tað onkur um heldur, at framferðin hjá Kringvarpinum ikki hevur verið nøktandi, kann onkur leggja tey fyri Fjølmiðlanevndina, sum síðani viðgerð málið, sigur Sirið Stenberg.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40