Krím-koppseting av børnum uttan prik

Børn í aldrinum tvey-seks ár fáa nú tilboð um ókeypis koppseting fyri beinkrím. Børn kunnu verða hart rakt av beinkrími, og tað er í sær sjálvum góð orsøk til koppseting. Men harafturat elvir beinkrím hjá børnum til sera nógvar sjúkradagar hjá teimum og harvið sjúkrafráveru hjá foreldrum teirra. Koppsett verður við næsapístri, so børnini verða ikki prikað

Tíðindaskriv
6. desember 2021 kl. 12:15

Nú fáa føroysk børn, sum eru fylt tvey ár til og við seks ár eisini tilboð um ókeypis koppseting fyri beinkrím (influensu). Henda koppsetingin verður gjørd við einum pístri upp í nøsina, so børnini ikki nýtast at óttast fyri priki.

Á okkara leiðum væntast vanligt beinkrím at raka eyka hart í vetur, tí nógvu tiltøkini at verja ímóti COVID-19 eisini hava havt ta avleiðing, at mótstøðuførið ímóti vanligum beinkrími er viknað.

Tvey-seks ára gomul børn kunnu gerast rættiliga sjúk av vanligum krími, tó at tey tíbetur sjáldan gerast lívshættisliga sjúk, ella so sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

Men børn í hesum aldrinum eru helst tann mest týðandi smittuberin yvirhøvur, tá talan er um beinkrím, tí tey vanliga hava tætt samband við nógv fólk hvønn dag. Tí er koppseting av børnum, umframt í fyrsta lagi at verja tey sjálv, eisini í stóran mun við til at verja eldri og heilsuveik fólk ímóti at fáa beinkrím.

Sjúkrafráveran vegna beinkrím hjá børnum rakar eyka hart, bæði tí nógv vaksin verða smittað av børnunum, og tí foreldur mugu vera heima frá arbeiði at vera um síni sjúku børn.

Í Danmark fingu tey tvey-seks ára gomlu børnini tilboðið um ókeypis koppseting í heyst, og danska Sundhedsstyrelsen legði í síni grundgeving millum annað dent á, at beinkrím kundi gerast steinur oman á byrðu hjá børnunum, nú trivnaðurin í nógvum barnafamiljum frammanundan hevur verið undir stórum trýsti av COVID-19. Hetta tí stovnar og onnur tilboð til børn hava verið noydd at lata aftur í styttri ella longri tíðarskeið, ella børnini upp á aðrar mátar eru vorðin avmarkað í sínum gerandisdegi.

Hetta sama er galdandi í Føroyum. Føroysku heilsumyndugleikarnir vóna, at við at koppseta tey tvey-seks ára gomlu fyri beinkrím ber til at byrgja fyri enn meira sjúku og stúran í barnafamiljunum, og at sleppa undan uppaftur meira avbyrging og avmarkingum. Eisini er vert at leggja dent á, at tey tvey-seks ára gomlu ofta eiga uppaftur yngri systkin, sum eru meira viðkvom og kunnu gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við beinkrími av sínum eldru systkjum.

Tað eru kommunulæknarnir, sum taka sær av at koppseta tey tvey-seks ára gomlu fyri beinkrím, og til ber at bíleggja tíð frá og við mánadegnum 6. desember.

Kelda: Heilsumálaráðið