Ongi úrslit

Vil senda krígsskip í Hormuzsundið

Ein sera hættislig uppgáva

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Donald Trump hevur ætlarnir um at senda krígsskip til Hormuzsundið, sum Iran hevur stongt fyri ferðslu av øllum uttan tey lond sum samstarva við teir.

Harafturat hevur Iran lagt út nógvar minur.

Hendan ætlanin hjá amerikanska forsetanum, er bæði ein torfør og sera hættislig uppgáva, sambært fleiri serfrøðingum á økinum.

Rosemary Kelanic, stjóri í Miðeysturskipanini hjá Defense Priorities, kallar tað fyri eina sera hættisliga uppgávu, tí Iran kann seta ymisk sløg av álopum í verk frá strondini.

- Av tí at tey kunnu leypa á frá strondini, er heilt einfalt ikki nóg mikið av reaktiónstíð til at forða fyri, at skip verða rakt, sigur hon við CNN.

Mohamad Elmasry, professari í miðlafrøði á stovninum í Doha, sigur við miðilin Al Jazeera, at Trump undirmetir ta veruliga torføru uppgávuna, tí skipini sigla eisini sera seint gjøgnum sundið

- Tey eru massiv mál á sera smalari farleið, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13