Ongi úrslit

Krígsbrotsverk – Fólkadráp – Brotsverk móti mannaættini: Tað byrjaði ikki 7. oktobur 2023

Elin Henriksen
Í gjár kl. 22:35

Tað, sum nú fer fram í Palestina, byrjaði ikki 7. oktobur fyri skjótt tveimum árum síðani. At ísraelski herurin og ísraelski staturin leggja palestinsk øki í oyði, hevur eina drúgva forsøgu. Leggið til merkis, at eg nýtið orðini ísraelska statsvaldið og ísraelski herurin, ikki Ísrael og ikki jødar. Tí mótstøðan móti krígsbrotsverkunum er stór í Ísrael, og hon er vaksandi. Jødar kring allan heim hava seinastu tvey árini stílað fyri mótmælum undir slagorðinum ”Ikki í okkara navni”.

Politiska hugsjónin aftan fyri sitandi ísraelsku stjórnina er sionisman. Ein hugsjón, sum seinast í 1800-talinum bleiv til eina alsamt víðgongdari nationalistiska rørslu við tí endamáli at útvega jødum sín egna stat. Gróðrarbotnurin fyri sionismuni var bæði framvøksturin av tjóðskaparrørslum í Europa og jødaforfylgingin, sum hevði verið nógvastaðni. Men ikki allir jødar tóku ella taka undir við sionismuni; líka lítið sum allir borgarar her heima taka undir við einum og sama politiska flokki.

Meðan sionisman spratt úr europeiskum jørðildi, so var støðan ein onnur í Miðeystri, har jødisk samfeløg í øldir høvdu livað í friði saman við hinum mongu fólkasløgunum har, bæði í arabiskum londum og t.d. í Iran (Persia). Eisini í Palestina livdu kristin, muslimar og jødar lið um lið. Palestina var eingin fólkatóm oyðimørk, soleiðis sum sionistar vildu vera við – og framvegis tvíhalda um. Tað sæst eitt nú av einum brævi, sum borgarstjórin í Jerusalem longu í 1899 sendi stovnaranum av sionismuni, Theodor Herzl, har hann greiddi frá, at nógv fólk búðu í Palestina, sum var eitt siviliserað land, og at kolonisering fór at vekja stóra mótstøðu.

Jødiska tilflytingin helt kortini fram og vaks, í fyrstuni væl stuðlað av Bretlandi og Fraklandi. Seinni royndi bretska hersetingarvaldið at avmarka tilflytingina, sum tó ikki eydnaðist teimum. Jødiskir yvirgangs­felagsskapir sum Stern og Irgun framdu alskyns yvirgangsatsóknir móti bretska hersetingar­valdinum: bumbuatsóknir, gíslatøku, morð og annan yvirgang. Hetta hendi bæði fyri, undir og eftir seinna heims­bardaga.

Restina av søguni munnu tey flestu kenna. Jødatýningin hjá nasistunum, manglandi viljin hjá hinum europeisku londunum at taka ímóti jødiskum flóttafólkum, ringa samvitskan hjá nógvum europearum – alt hetta var viðvirkandi til, at ST í 1948 góðkendi, at Palestina varð býtt í tveir statir: Ísrael og Palestina. Hetta elvdi til, at millum 700.000 og 800.000 palestinar máttu flýggja úr heim­landinum og  er kent sum al Nakba – katastrofan. Palestinar kunnu við góðari grund spyrja, hví avleiðingar av europeiskari forfylging av jødum skuldi raka teir.

Líka síðani hevur kríggj og ófriður verið í Palestina, tó ongantíð nær í námind tí, sum nú fer fram.

Ágangurin, sum statsvaldið í Ísrael í hesum árum fremur móti palestinum, verður dokumenteraðum á eitt hátt, sum ger, at vit øll somul hvønn dag kunnu síggja, hoyra og lesa um, hvat fer fram. Er tað, vit eru vitni til, krígsbrotsverk? Er tað fólkadráp? Er tað brotsverk móti mannaættini?

Krígsbrotsverk

Hvat krígsbrotsverk er, verður lýst í Geneve-sáttmálunum, sum hava til endamáls at verja sivilfólk, krígsfangar og særd, tá ið vápnað stríð er millum ein ella fleiri partar. At drepa sivilfólk er krígsbrotsverk. At gera seg inn á sjúk, særd og krígsfangar er krígsbrotsverk.

Av teimum umleið 70.000 menniskjunum, sum eru dripin í Palestina seinastu knapt tvey árini, eru millum 85 og 90 prosent sivilfólk. Hetta eru tøl, sum byggja á ymsar keldur, eisini ísraelskar. Sambært ST eru næstan 70 prosent av teimum dripnu kvinnur og børn.

Ísraelski herurin fer miðvíst eftir at raka sjúkrahús, sjúkraflutningar, læknar og onnur heilsustarvsfólk. Herurin forðar fyri, at neyðhjálp kemur fram til hungursrakt og særd, og herurin fer enntá miðvíst eftir at drepa fólk, sum standa í bíðirøð eftir tí sindrinum av mati, sum kemur fram. Hartil kemur, at eingi útlendsk tíðindafólk sleppa inn í Gaza, og at ísraelski herurin miðvíst er farin eftir at drepa journalistar. 

Hóast ísraelsku royndirnar at fjala tað, so kann eingin ivi um, at ísraelski herurin fremur krígsbrotsverk.

Stovnurin, sum hevur eftirlit við m.a. krígsbrotsverkum, er Altjóða Dómstólurin í Haag, ICC. Hann sendi í novembur í fjør út boð um at handtaka Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra Ísraels, og Yoav Gallant, verjumálaráðharra Ísraels, umframt Mohammed Diab Ibrahim Al-Masri, leiðara av hernaðardeildini hjá Hamas. Ilt er at siga, um hesir veruliga fara at verða handtiknir, men boðini frá Altjóða Dómstólinum eru greið: Báðir partar hava framt ella fremja krígsbrotsverk.

Fólkadráp

Næsti spurningur er, um talan er um fólkadráp. Eftir seinna heimsbardaga, tá orðini ”aldri aftur” vórðu borin fram kring allan heimin, varð ST stovnað, m.a. við tí í hyggju at forða fyri, at fólkadráp aftur skuldi fara fram. Holocaust – nasistiska jødatýningin – var ikki fyrsta fólkadrápið í søguni, men sum tað størsta higartil hevur tað givið navn til hugtakið fólkadráp. Í 1948 kom ST-samtyktin, har greitt verður frá, hvat folkadráp er:

”Fólkadráp er ein og hvør av hesum gerðum, sum verða framdar við tí fyri eyga heilt ella lutvíst at oyðileggja ein tjóðskaparligan, etniskan, rasutreytaðan ella átrúnaðarligan bólk sum slíkan:

§  at drepa limir í bólkinum

§  at elva til, at limir í bólkinum fáa munandi likamligan ella andligan skaða

§  við vilja at elva til slík lívskor hjá bólkinum, at tey eru ætlað at hava við sær fullkomiliga ella lutvísa oyðing av bólkinum

§  at seta í verk tiltøk, ið eru ætlað at forða fyri, at børn verða borin í heim í bólkinum

§  við valdi at flyta børn úr einum bólki til ein annan bólk.”

Samanumtikið, so er fólkadráp ágangur av ymsum slag ímóti menniskjum; ikki vegna nakað, sum tey hava gjørt, men vegna tað, sum tey eru.

At ísraelska statsvaldið hevur dripið og skatt tíggjutúsundtals ósekar palestinar, kann eingin ivi vera um.

Tað triðja punktið, at oyðileggja lívsumstøðurnar, eru eisini óteljandi dømi um. Atsóknirnar hjá ísraelska herinum í Gaza eru miðvíst framdar móti bústøðum, sjúkrahúsum, skúlum og læristovnum, umframt infrakervi sum el-, vatn- og gassveiting, kloakkering og matframleiðslu, eitt nú landbúnaðarjørð og bakaríum. Enntá á Vestara Áarbakka, sum Ísrael ólógliga hersetti í 1967, hava ísraelar nú rivið upp túsundtals olivintrø við rót. Sjálvt náttúrugrundarlagið fyri, at palestinar kunnu breyðføða seg, verður lagt í oyði.

 Fjórða punktið, beinleiðis átøk at forða fyri, at børn verða borin í heim, er kanska ikki beinleiðis sett í verk, men ið hvussu er óbeinleiðis, tá ið ísraelski herurin miðvíst bumbar sjúkrahús, drepur læknar og heilsustarvsfólk umframt forðar fyri, at matur sleppur inn í Gaza. Sum kunnugt eru ófødd børn og smábørn tey fyrstu ofrini í hungursneyð.

Fimta punktið, miðvíst at flyta børn, eru mær vitandi eingi kend dømi um, burtursæð frá, at palestinsk børn niður í 12 ára aldur verða hildin fangar í ísraelskum fongslum vegna brotsverk, sum t.d. kunnu vera at steina hermenn ella stríðsvognar.

Higartil hava felagsskapir sum Amnesty International og Human Rights Watch ákært Ísrael fyri fólkadráp, og Suðurafrika hevur kært Ísrael fyri Altjóða Dómstólin fyri at hava framt fólkadráp. Hann hevur tó ikki tikið endaliga støðu enn, og tað hevur ST heldur ikki. Tað, ið fær summi at ivast, er, at fyri at talan skal vera um fólkadráp, skulu brotsverkini verða framd tilvitað við tí endamáli at oyða fólkabólkin; í hesum føri palestinar.

10 stig av fyrireiking til fólkadráp

Tað fólkadrápið, vit nú eru vitni til, er ikki tað fyrsta í søguni. Mett verður, at fólkadráp í 20. øld hava kostað umleið 100 milliónum menniskjum lívið. Men fólkadráp byrjar ikki við, at menniskju í einum ávísum bólki verða dripin, einans tí at tey eru partur av hesum bólkinum. Amerikanski granskarin Gregory Stanton hevur granskað tey ymsu fólkadrápini kring heimin. Hann menti í 1980-90’unum eitt ástøði um 10 stig, sum samfelagið er farið ígjøgnum, áðrenn sjálvt fólkadrápið verður sett í verk.[1] Eg fari nú at gjøgnumganga hesi 10 stigini og seta tey í samband við tað, sum hendir í Palestina.

1. stigið er flokking; tað at borgarar í einum samfelag verða flokkaðir í ymsar bólkar, t.d. eftir etniskum uppruna, trúgv, húðarliti ella bústaði. Hetta stigið hevur verið til gjøgnum alla søguna hjá ísraelska statinum.

2. stigið er symbolisering, sum vil siga, at tað skal  bera til at síggja, hvønn bólk hvør einstakur borgari hoyrir til. Teknið kann vera sjónligt, ella tað kann vera tilskilað í samleikaprógvi, sum øll skulu hava uppi á sær. Eisini hetta er og hevur verið í Ísrael. Har eru t.d. óteljandi sonevnd check-points, har palestinar skulu vísa samleikaprógv fyri at koma ígjøgnum. Symboliseringin styrkir skilnaðin millum ”tey” og ”okkum”.

3. stigið er diskriminatión, at gera mismun. Allir borgarar hava ikki somu rættindi til bústað, útbúgving, arbeiði ella atgongd til ávís støð. Eisini hetta hevur verið gerandisdagur í Ísrael, síðan staturin var til. Eitt nú í Hebron, har gongubreytirnar eru málaðar í ymsum litum, sum vísa, hvar palestinar hava loyvi at ganga, koyra ella hava handlar. Her kann verða lagt aftrat, at tað ikki einans eru palestinar, sum eru fyri mismuni í Ísrael; tað eru t.d. kristin og aðrir trúarbólkar eisini.

4. stigið er dehumanisering, tað at ein bólkur í samfelagnum ikki longur verður virdur sum javnverd medmenniskju. Mátin, sum arabar og palestinar verða lýstir í ísraelskum miðlum og skúlabókum, er sum primitiv flóttafólk og yvirgangsmenn. Nýliga hevur ísraelski verjumála­ráðharrin, Gallant, tikið soleiðis til: ”We are fighting human animals and we are acting accordingly” – ”Vit berjast ímóti dýrum í menniskjalíki, og vit handla samsvarandi”. Eisini kollektiv revsing er partur av dehumaniseringini, eitt nú tá ið grundgevingin fyri at drepa palestinsk børn er, at tey kunnu vaksa upp til at gerast limir í Hamas. Við at dehumanisera, at ómenniskjuliggera, ein ávísan bólk av menniskjum, er botnurin lagdur fyri, at tað gerst lættari at taka undir við at drepa tey.

5. stig er organisering. Tað vil siga at fáa til vega útgerð og manning, sum kann fremja fólkadrápið. Ísraelski herurin hevur í nógv áratíggju verið ein tann sterkasti og best útgjørdi herurin í verðini, væl stuðlaður av USA og nógvum Nato-londum.

6. stig er polarisering, spjaðing; tað at at mótsetningarnir millum bólkin av ofrum og meirilutan harðna. Talan kann t.d. vera um, at orðalagið í miðlunum verður alsamt hvassari, og at semjusøkjandi politikarar og aðrir týðandi persónar í meirilutanum, sum ditta sær at mótmæla, verða handtiknir og kanska dripnir. Spjaðingin kann eisini hava við sær, at fólk í offurbólkinum verða tvingsilsflutt til ávís øki, har tey eru skild frá restini av samfelagnum. Hetta seinasta sæst aftur í ovurmát í Ísrael.

7. stig er fyrireikingar. Á hesum stignum er alt gjørt til reiðar. Ofrini eru eyðmerkt, skild frá restini av samfelagnum og savnað saman á ávísum landaøkjum, í legum ella aðrastaðni, har nógv eru samlað, og tað tí ber til at drepa nógv í senn. Á hesum stiginum verða hermenninir vandir og vápnaðir, so teir eru til reiðar. Samstundis er meirilutabólkurin í samfelagnum fyrireikaður til álop við ávaringum um at drepa fyri at verja seg sjálvan. Eisini hetta síggja vit aftur í Ísrael.

8. stig er forfylging. Á hesum stiginum verða ofrini forfylgd. Tey verða noydd heimanífrá og verða sett í ávís avmarkað øki; legur ella ghettoir. Familjur verða skildar sundur; børn frá foreldrum og menn frá konum. Í legum ella ghettoum er avmarkað atgongd til tað, sum krevst til at uppihalda lívinum, so sum mat, drekka og heilivág. At hetta leingi hevur verið lagnan hjá palestinum, er neyvan neyðugt at nevna.

9. stigið er sjálv oyðingin. Øll hini stigini hava skapað fortreytirnar fyri, at gerningsmenninir kunnu fullfíggja fólkadrápið. Tá hevur eydnast teimum at dehumanisera ofrini; tey verða ikki longur sædd sum javnverd menniskju, men sum ”element”, ið skulu verða týnd.

Ein spurningur er, hvussu stórur partur av tí forfylgda bólkinum skal verða dripin ella skaddur, fyri at talan skal vera um fólkadráp. Palestinska fólkið hevur verið forfylgt líka síðan seinna heimsbardaga, í 80 ár. Hvussu nógv menniskju hava latið lív hesi árini, er ikki lætt at telja. Men av teimum 2,3 milliónunum, sum fyri oktobur 2023 búðu í Gaza, eru higartil 70.000 dripin. Tað svarar til góð trý prosent av fólkatalinum, umframt tíggjutúsundatals særd. Hartil kemur, at liviumstøðurnar nú eru so ringar, at uppaftur onnur túsundtals menniskju doyggja í hungri og av sjúkum, sum standast av ringum saniterum umstøðum og manglandi heilivági og læknahjálp.

10. stig er avnoktan. Seinasta stigið í fólkadrápi er at avnokta tað og seta tali á deyðum niður. Tað fevnir eisini um at týna mentanina hjá ofrunum, at royna at halda loyniligt, hvat farið er fram – sum tó ikki er so lætt nú á døgum - og at beina fyri prógvum.

Hetta seinasta ger hersetingarvaldið í Gaza eitt nú við at javna allar bygningar við jørðina, so tað ikki ber til at finna, telja og eyðmerkja líkini, sum liggja undir niðurbumbaðu bygningunum. Ein annar máti at avnokta er at halda fast við, at talan er um eitt ”vanligt” stríð millum tveir partar; í hesum føri millum IDF og Hamas. 

Sjálvverja?

Sum nevnt á 7. stigi, er ein av fyrireikingunum til fólkadráp, at meirilutin hevur sjálvverju sum orsøk. Beinleiðis grundgevingin hjá ísraelska statsvaldinum fyri at týna palestinar er atsóknin hjá Hamas tann 7. oktobur í 2023. Men - vit vita nú, at IDF visti um ætlanirnar hjá Hamas fleiri mánaðir frammanundan. Vit vita, at IDF-hermenninir, sum skuldu verja markið, har álopið fór fram – eitt tað best varda landamarkið í verðini -, teir fingu boð um at halda seg burtur júst ta løtuna; frá klokkan 05:20 til klokkan 09:00. Vit vita eisini, at sonevnda Hannibal-direktivið varð sett í verk. Hannibal-direktivið áleggur IDF at gera alt, sum gerast kann, at forða fyri, at Hamas tekur ísraelskar borgarar sum fangar. Tá ið Hannibal-direktivið er sett í verk, skulu IDF-hermenn drepa ísraelskar borgarar, sum eru ella kunnu verða tiknir fangar; uttan mun til, um tað eru hermenn ella sivilfólk. Hetta er alt samalt váttað av keldum í Ísrael. Tí er eingin, sum veit, hvussu nógv av teimum dripnu í álopinum 7. okt. 2023 lótu lív vegna álop frá Hamas ella frá IDF. Ísraelska statsvaldið hevði brúk fyri, at álopið hjá Hamas ikki bleiv forðað, men veruliga bleiv gjøgnumført,  soleiðis at ísraelski herurin fekk eina grundgeving fyri at leypa á Gaza – og nú eisini á Vestara Áarbakka.

Er talan um fólkadráp?

Avgerandi fyri, um talan er um fólkadráp, er, at gerðirnar verða framdar við tí fyri eyga at týna ein ávísan bólk av menniskjum. Alsamt fleiri felagsskapir, stjórnarleiðarar og miðlar eru farin at nevna ísraelska ágangin móti sivilum í Palestina fyri fólkadráp. Søgan fer at vísa, um ísraelski staturin, ið sjálvur varð til sum avleiðing av nasistiska fólkadrápinum á jødar, sjálvur fremur fólkadráp á palestinar.

Fólkadráp er brotsverk móti mannaættini

Sambært ST verður fólkadráp bólkað sum brotsverk móti mannaættini. Tað álvarsligasta brotsverkið, sum er til í heimssamfelagnum.

Og er talan um brotsverk móti mannaættini – soleiðis, sum nógv bendir á -, so er tað, sum nú fer fram í Palestina, nakað, sum viðvíkur okkum øllum somlum; hvørjum einasta menniskja. Alsamt fleiri lond viðurkenna Palestina sum stat; seinasta talið er 147 lond av teimum 193 limalondunum í ST, teirra millum Ísland, Noreg og Svøríki. Danmark hevur tó ikki viðurkent Palestina, og Føroyar hava ikki heimild at gera tað.

Tíðindi vilja vera við, at stór lond sum Frakland og Bretland fara at viðurkenna Palestina á næsta ST-aðalfundinum, sum verður seinni í hesum mánaðinum. USA higartil hevur veitt Ísrael treytaleysan stuðul, og spurningurin er, um USA aftur fer at nýta sín vetorætt at forða fyri, at Palestina verður viðurkent. Og ein heilt annar spurningur er, hvat so víðari kann henda.

Vápnahvíld NÚ

Her og nú er tó eitt, sum má og skal gerast, ongantíð ov skjótt. Ein vápnahvíld, ið forðar fyri fleiri dripnum, og sum ger tað møguligt forða fyri, at enn fleiri doyggja í hungursneyðini. Ein vápnahvíld, so at matur, vatn, heilivágur og læknahjálp kann koma fram til tey neyðstøddu. Vápnahvíld er eingin loysn, men støðan er nú so ring, at treytaleys vápnahvíld má hava fremstu raðfesting.

Hvussu kann fólkadráp sum brotsverki móti mannaættini forðast

Sæð í einum størri perspektivi mugu vit spyrja okkum sjálvi, hvussu fólkadráp í longdini kann verða forðað. Fólkadráp er brotsverk móti mannaættini, og at forða tí er ábyrgd hjá okkum øllum.

Av teimum tíggju stigunum, ið eru nevnd sum fortreytir ella fyri­reikingar til fólkadráp, fari eg at taka fjórða stig, dehumanisering, fram aftur. Hetta, ikki at virða síni medmenniskju sum menniskju, men sum eitthvørt ómenniskjuligt. At taka menniskjavirðið frá teimum.

Eitt alment menniskjaligt fyribrigdi er hetta, at síggja menniskju, ið líkjast ”okkum”, sum einstaklingar, men at síggja menniskju, ið ikki líkjast ”okkum” sum ein bólk, sum tøl, sum eina fjøld. Men tá ið vit læra einstøk menniskju av ”hinum” at kenna, so síggja vit, at tey eru menniskju við somu dreymum, ynskjum, eginleikum og fjølbroytni sum vit sjálvi. Júst hetta, at vit nú á døgum hava beinleiðis atgongd til søgurnar hjá einstaklingum í krígsherjaðum londum, tað økir um okkara kenslu av, at tey eru menniskju við sama virði sum vit sjálvi.

Kenslan av, at hvør einasta menniskja á jørðini hevur sítt egna, ómissandi virði; kenslan av, at ein og hvør menniskja er okkara medmenniskja, systrar og brøður, tað er í longdini eitt tað fremsta motivið fyri at stríðast ímóti teimum kreftum, sum við vilja týna menniskju – ikki fyri nakað, tey hava gjørt, men fyri tað, sum tey eru. Kreftir, sum týna onnur fyri at verja síni egnu áhugamál.

Eg fari at enda við kendu orðunum hjá Mahatma Gandhi, indisku friðarhetjuni: ”The world has enough for everyone’s need, but not enough for everyone’s greed.” - ”Heimurin hevur nóg mikið til tørvin hjá øllum, men ikki nóg mikið til grammleikan hjá øllum.” Tað er galdandi enn tann dag í dag.


[1] Berlau & Thuge: Vejen til folkedrab. Før, under og efter folkedrab (Forlaget Columbus 2923), bls. 22-29.

Mest lisið hesa vikuna

Skal ungdómurin eggjast at droyma kommersielt?

29. august kl. 23:43

Stolnir málningar á rótikassanum

28. august kl. 13:32

Tvær bygdir í Suðuroy fáa grind í dag

30. august kl. 16:39

Sleppa ikki í land av Galaxy á Krambatanga

Í gjár kl. 13:18

Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið

30. august kl. 10:12

Krígsbrotsverk – Fólkadráp – Brotsverk móti mannaættini: Tað byrjaði ikki 7. oktobur 2023

Í gjár kl. 22:35