Ongi úrslit

Kreml vil ikki siga um Trump og Putin hava tosað saman

Talsmaðurin hjá Kreml vil hvørki vátta ella avsanna leysasøgurnar um at Trump og Putin hava tosað saman

Ragnar Sjúrðarson
9. februar 2025 kl. 12:00

Tað er framvegis óvist nær, og í so fall hvussu, russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin, Donald Trump, skuldu havt verið í samband við hvønn annan.

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, vil hvørki vátta ella avsanna seinastu leysasøgurnar um, at Putin og Trump hava prátað um at enda kríggið í Ukraina.

Sambært amerikansku avísini, New York Post, heldur Trump uppá, at hann hevur tosað við Putin, men tað er óvist nær samrøðan skuldi havt verið.

-    Í takt við at fyrisitingin í Washington er í gongd við arbeiðinum, fyrikemur samskifti. Og hetta samskifti gongur fyri seg gjøgnum ymiskar rásir, sigur Dmitrij Peskov millum annað.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

11 tímar síðan