Ongi úrslit

Koyrdi við kenning v - ið stolnum bili

Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Í gjár og í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra við kenning.

Ein varð tikin á miðdegi í gjár í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.

Verri var hjá teimum, sum varð tikin í nátt. Klokkan fýra í nátt varð nevniliga ringt til løgregluna at melda, at ein bilur var stolin í Havn.

Løgreglan fór at leita og eina løtu seinni funnu tey bilin. Bilurin hevði ikki fingið skaða - men bilførarin hevði kenning. Hann er sostatt skuldsettur fyri at hava stolið bilin og fyri at hava koyrt við kenning.

Men eigarin fær eisini bót, tí hann hevði latið lyklarnar liggja í bilinum - og tað er ólógligt.

Mest lisið hesa vikuna

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13