Ongi úrslit

Kongshúsið váttar: Nú tekur Christian krúnprinsur yvir

Christian krúnprinsur hevur fingið ein serligan leiklut komandi vikuna.

Edvin H. Niclasen
7. februar 2025 kl. 13:31

Frá fríggjadegnum 7. februar til sunnudagin 16. februar fær hann ein smakk av, hvat tað merkir at vera ríkisstjóri. Meðan Fríðrikur kongur er uttanlands, tekur krúnprinsurin yvir ábyrgdina í hansara fráveru - samstundis sum hann ger sína hertænastu hjá Vaktarhusarregimentinum á Antvorskov-kasernuni í Slagelse.

Mánadagin byrjaði ein heilt nýggjur gerandisdagur hjá krúnprinsinum, tá hann fór í hertænastuna. Tað er í sjálvum sær ein stór broyting fyri unga prinsin, men nú hevur hann eina aðra uppgávu omaná – nevniliga leiklutin sum ríkisstjóri í fráveru Fríðriks kongs. Tað skrivar BILLED-BLADET.

Týðandi varði á vegnum

Hóast talan er um eina handahóvsliga skipan í kongshúsinum, so er hon tó ein týðandi varði á vegnum fyri krúnprinsin Christian. Hansara skyldur sum ríkisstjóri merkja, at hann í hesum tíðarskeiðnum er ríkisleiðari, skuldi tørvur verið á kongligari umboðan.

Tað er ikki kunngjørt, hvar Fríðrikur kongur og Maria drotning eru í fráveruni úr Danmark, men gitingar halda fram. Siðvenja er, at kongsfamiljan brúkar vetrarsteðgin til at fara í feriu, ofta saman við børnunum.

Møguleiki er eisini fyri, at tey ferðaðust til Athen at vera við í brúdleypinum millum Nikolaos de Grece og hansara útvaldu. Nikolaos er systkinabarn Fríðrik og tiltakið fer fram 7. februar.

Uttan mun til ferðamálið er vist, at Fríðrikur kongur ikki kemur aftur til Danmarkar fyrr enn eftir eina viku, og ímeðan fær Christian krúnprinsur virðismiklar royndir í leiklutinum sum komandi kongur.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57