Klumman: Over and out

Klumman hesa ferð snýr seg um skiftistíðina, tá tú veittrar arbeiðsmarknaðinum farvæl og fer undir eitt nýtt kapittul í tínum lívi. - Men keða meg ætli eg ikki, og eg eri framvegis sami persónur: Feministurin, sum vil hava javnbjóðis kor fyri øll menniskjabørn, skrivar Marna Jacobsen millum annað

Marna Jacobsen
22. juli 2021 kl. 15:01

Tað er løgið at drossla niður, at gerast pensjónistur. Onkur vita ikki reiðiliga, hvussu tey skulu taka hetta. Hví gevist hon, hon sær út til framvegis at vera við sínar fullu fimm?

Og tað eri eg – men onkursvegna er hesin tankin at finna upp á okkurt annað, farin at fylla í høvdinum – hvat nú, um eg gevist, tá eg eri 67? Tað, sum fyrr varð hildið at vera pensjónsaldur.

Komi at hugsa um mítt fyrsta arbeiðspláss - á posthúsinum í Sørvági – har eg varð lærd at arbeiða, at vera álítandi, at leggja alla orku í at gera tingini ordiliga og at vera hampilig ímóti fólki. Sigrid á posthúsnum kallaðu vit hana, sum ”átti” posthúsið. Hon var granni okkara, og helst var tað tí, at bæði eg og stórasystir mín sluppu at arbeiða á posthúsinum. Hon hevði helst við egnum eygum sæð, at vit vóru til at líta á í slíkum arbeiði, sum var hildið at vera álitisstarv. Vit høvdu tagnarskyldu, tað greiddi Sigrid okkum frá. Vit máttu ikki slatra um, hvør fekk kassa frá Veru- poste restante – sjálvt um øll bygdin bara kundi hyggja út gjøgnum vindeygað og fylgja við, tá ið loyst var út. Vit gingu eisini við avlamis- og aldursrentuni til øll tey sjúku og gomlu – so sjálvandi var tað altavgerandi- at tað ikki bleiv brúkt upp í Dandypakkum og Jaques. Tá ið tíðini sendu fólk jólakort – í øgiligum mongdum- og øll skuldu hava síni jólakort – sama um so jóladøgurðin mátti bíða eftir okkum.

Eg síggi meg sjálva strevandi út eftir liðabrekkuni: hetta er sum ein mynd úr Ved julelampens skær - jólaaftan – strevandi ígjøgnum bø, veg og haga, í djúpum kava, við kavaroki pískandi í andlitið við hesum vælsignaðu jólakortunum, tí hvør tímdi at fáa jólakort aftaná jól – Ongin!

Og tær, sum arbeiddu á posthúsinum, Nora og Tóra, tær vóru gull verdar. ”Tú arbeiðir sum ein leyva,” plagdi Tóra onkuntíð at siga við meg.  Og bara tað, at siga soleiðis við eina 12 ára gamla gentu, ger, at hon fær dirvi og fer at trúgva upp á seg sjálva. Tað er so ómetaliga týdningarmikið, at vit øll vita av, hvussu nógvan mun vit gera við bara einum lítlum setningi. Hann festir seg í barnasinnið, eisini teir negativu, og tað er enn týdningarmeiri at minnast til!

Og nú, 55 ár seinni, havi eg sagt upp á mínum arbeiðsplássi, sum hevur fylt so nógv av mínum lívi. Eg havi spakuliga drosslað niður frá ymiskum nevndarsessum antin av egnari avgerð, ella tí eg noyddist, og haraftrat so eri eg komin í tann partin av tilveruni – tann seinna- har summi ting hava minni týdning og onnur, kanska meira nærverandi, fáa størri týdning. Sumt er, sum eg ikki tími at svara til meira, tí eg vil heldur royna at fáa tingini at koyra við at gera okkurt sjálv í staðin fyri at gremja meg á Facebook t.d. Trøllini á sosialu miðlunum fáa minni og minni týdning, eg meldi meg úr ymsum kverulantabólkum, sum bara gremja seg um standin, og fari heldur at skipa fyri onkrum mentanarligum upplivingum í staðin ella bara lesi eina góða bók, ja, havi enntá meldað meg til undirvísing á setrinum!

Stutt sagt, eg eri í ferð við at definera meg sjálva av nýggjum – sigi við meg sjálva, at nú er mín leiklutur broyttur so nógv, og eg má fylla tilveruna upp við øðrvísi upplivingum og arbeiði. Og tað er væl tað, sum allir pensjónistar noyðast at gera, tá ið teir missa tað arbeiðstengda sosiala sambandið, sum hevur verið ein so stórur partur av teirra lívi.

Onkrir vansar eru við at fara upp um tey trýss – aldursdiskriminatiónin til dømis – alla tíðina – at yvirbevísa fólk um, at sjálvt um eg nú fái fólkapensjón, so lurti eg enn eftir Rolling Stones, Annie Lennox, Bikini Kill og teimum, eg lesi enn tjúkkar bøkur bæði fakligar og fagurfrøðiligar, tí onkursvegna noyðist tú at stríðast ímóti fordóminum um, at tú per automatiskk hevur mist allar tínar heilakyknur, tá tú gjørdist 67. Hugsi viðhvørt um, hvat tilveran hevur at bjóða mær nú, tá alt kemur til endan – heimahjálp – ellisheim – barndømi? Nei, so skjúgvi eg hesar tankarnar til viks, tí enn eri eg ikki komin hagar ...

Men tað er nú einaferð soleiðis, at tú veitst ikki, nær tín dagur er komin, men eg ætli mær so at brúka tað, ið eftir er av míni tilveru til nakað skilagott og til tað, eg dugi og tími best, so leingi eg kann.

Nú bleiv hendan klumman nakað persónlig, men tað er veruliga ein skiftistíð, tá tú veittrar arbeiðsmarknaðinum farvæl og fer undir eitt nýtt kapittul í tínum lívi, men keða meg ætli eg ikki, og eg eri framvegis sami persónur: Feministurin, sum vil hava javnbjóðis kor fyri øll menniskjabørn.