Ongi úrslit

Klintra er nýggjur høvuðsstuðul hjá TONIK

Trý ár ár á rað hevur kt-fyritøkan Klintra keypt atgongumerkir til Tonik til øll síni áleið 20 starvsfólk. Komandi ár verður onki undantak í so máta, tí tá verður Klintra enntá nýggjur høvuðsstuðul hjá Tonik.

Johnny í Grótinum
23. mai kl. 12:54

Súsanna Laursen og Sóley Hammer frá Hugskotinum eru við til at fyriskipa Tonik hvørt ár. Tær hava nú funnið nýggjan høvuðsstuðul til Tonik komandi ár í kt-fyritøkuni Klintra.

Klintra er nýggjur høvuðsstuðul hjá TONIK

Trý ár ár á rað hevur kt-fyritøkan Klintra keypt atgongumerkir til Tonik til øll síni áleið 20 starvsfólk. Komandi ár verður onki undantak í so máta, tí tá verður Klintra enntá nýggjur høvuðsstuðul hjá Tonik. 

Tað upplýsir Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, sum saman við Íverksetarahúsinum, Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Framtak og Vinnuframa fyriskipa árligu Tonik stevnuna, sum komandi ár verður 8. mai 2026. Eisini tá verður tiltakið skipa í Sjóvinnuhúsinum, har teir tríggir stovnarnir eisini sjálvir húsast. 

Jógvan Glerfoss, stjóri í Klintra grundgevur soleiðis fyri at stuðla Tonik: 

“Sum ein av fremstu kt-fyritøkunum í landinum ynskir Klintra at stuðla, menna og styrkja nýskapan. Tonik í sjálvum sær er nýskapandi. Fyri okkum hevur nýhugsan og nýskapan avgerandi týdning. Við Tonik fáa vit, fyritøkur og einstaklingar knýtt bond og víðka um okkara sjónarring, sum røkkur langt uppá so mangar mátar - okkara fyritøku og føroyska samfelagnum til gagns.”

Tonik er ein vinnufestivalur

Hóast Tonik nú hevur trý ár á baki, eru tað framvegis nógv, sum ikki vita, hvat Tonik er. Tí seta vit Sóley Hammer tann spurningin. 

“Tonik er ein festivalur fyri vinnuna, har tey luttakandi kunnu fara til nógvar áhugaverdar fyrilestrar og pallborðsprát, umframt at tey eisini kunnu netverka og skapa relatiónir” svarar Sóley. “Eins og á tónleikafestivalum hevur tað týdning at skapa eitt livandi og inspirerandi umhvørvið, har vinnan fær høvi at søkja sær nýggja vitan og fáa íblástur, meðan tey eisini fortelja øðrum um sítt egna virksemi. Listin og tónleikurin er blivin ein nátúrligur partur av Tonik, tí tað eru vinnuvegir hjá fleiri sjálvstøðugum, men eisini tí nútímans list stimbrar nýskapan.”

“Hetta er partur av einum størri ráki, har man uttanlands hevur líknandi tiltøk, eitt nú TechBBQ í Keypmannahavn, Iceland Innovation Week í Reykjavík, Slush í Helsinki og Techarena í Stockholm. Tiltøkini stuðla undir vistskipanina fyri vinnuna og íverksetan í samfelagnum. Vistskipanin er íverksetarafyritøkur, væl etableraðar fyritøkur, íleggjarar, myndugleikar og universitetsumhvørvið við lesandi og granskarum.”

Fyriskipararnir vóna, at tey lesandi og granskarar á føroyska universitetinum framyvir fáa ein enn størri leiklut á Tonik, tí hetta vísa royndirnar úr øðrum londum kann vera sera gagnligt fyri báðar partar. 

“Aftur í ár bleiv Tonik útselt, har væl yvir 700 luttakarar ognaðu sær atgongumerki” staðfestir Sóley at enda. “Luttakandi fyritøkurnar eru eisini blivnar meira málrættaðar í, hvat tær fara eftir við luttøkuni á Tonik, soleiðis at tey vita júst, hvat tær og starvsfólk teirra hava fingið burtur úr. Summar fyritøkur avtala upp á forhond kundafundir og vitanardeiling við partnarar á Tonik.”

Tonik 2026 verður sum nevnt tann 8. mai 2026 í Sjóvinnuhúsinum. 

Jógvan Glerfoss, stjóri í Klintra, fegnast um, at Klintra er nýggjur høvuðsstuðul hjá Tonik ráðstevnuni frá 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00