Ongi úrslit

Kjartan Johansen longt sáttmálan við Elitesport Vendsyssel

29 ára gamli høgribakkurin hevur longt sáttmálan við núverandi felag

Vilhelm Clementsen
2 tímar síðan

Elitesport Vendsyssel boðar frá í dag Kjartan Johansen hevur longt sáttmálan hjá sær til 2027. Til Elitesport Vendsyssel sigur Kjartan, at hann hevur funni friðin har.

Kjartan hevur havt eina Hondbóltsleið sum hevur tikið hann nógv rundt í norðanlondinum. Hann spældi eitt kappingar ár við Lemvig, har hann stríddist við skaðar og væntandi úrslit var hann tætt uppá at enda honbóltslívsleiðuna. Men eitt boð frá ESV (Elitesport Vendsyssel) og eitt lærlingapláss í Hirtshals setti gong í einari nýggjari byrjan, boðar ESV frá.

Kjartan leggur aftrat: Tá ið ESV fyrst settu seg í samband við meg, hevði eg hugsa um at fara aftur til Føroyar og liva eitt meira vanligt lív. Men so komu teir við einum góðum boði har eg eisini kundi fáa eitt lærlingapláss hjá Smyril Line.

Málið hjá Kjartan og hinum í Elitesport Vendsyssel er at staðfest seg í fyrstu deild í donskum hondbólti.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15