Ongi úrslit

Kjarnorkurikin kavbátur til Føroya í dag

Hann verður her til mikudagin

Áki Bertholdsen
12. juli 2024 kl. 07:53

Í dag kemur amerikanski kavbáturin, USS Albany, til Føroya. Uttanríkisráðið sigur, at talan er um ein kjarnorkuriknan kavbát, sum eisini var í Nólsoyarfirði fyrr í ár.

Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum nakað eftir middag og USS Albany fer avstað aftur mikudagin. 
 
USS Albany hevur fingið loyvi at koma higar. Í loyvinum hevur Uttanríkis kortini sett serligar treytir við og tað er tí at talan er um ein kjarnorkuriknan bát. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingartiltøk sett í verk í sambandi við vitjanina.
 Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi og Tjaldrið liggur eisini á Kollafirði ímeðan hann er her.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41