Ongi úrslit

KÍ spælir í heilt nógvum hita

Fyrsta royndin í Serbia hjá royndu klaksvíkingunum snýr seg um at vinna úrslit, sum ber við sær, at tað um eina viku verður spenningur, tá ið KÍ verður á heimavølli

Jóannes Hansen
24. juli kl. 16:59

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í Kragujevac í Serbia, har KÍ fer at spæla ímóti Radnicki 1923. Sammett við teir á heimaliðnum, so hava KÍ spælararnir nógvar altjóða royndir.

-Vit hava ongantíð áður spælt í Serbia, men vit hava verið í fleiri av grannalondunum her á Balkan, so vit vita, hvat tað snýr seg um, sigur Árni Frederiksberg, sum skoraði fyrra málið, tá ið KÍ fyri einari viku síðani í Klaksvík við 2-0 sigri tryggjaði sær víðari luttøku í Europa Conference League, og sum við fínum horna legði upp til seinna málið, sum Páll A. Klettskarð skoraði.

Teir báðir – Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð – eiga saman við fleiri av liðfeløgunum nógvar royndir í Europa, og í kvøld verður tað alneyðugt at nýta allar altjóða royndirnar, sum teir eiga. Flest royndir av øllum eigur verjuskansin Odmar Færø, sum í kvøld fer at spæla fyri 49. ferð í europeiskari kapping. Tað er met fyri føroyskan spælara.

Tá ið ungarski dómarin fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 19 vera tað omanfyri 30 hitastig í Kragujevac, og tí er tað heilt víst partur av dystarætlanini hjá KÍ venjaranum Magnusi Powell, at leikferðin verður so lág, sum tað ber til. Royndu KÍ spælararnir fara at royna, hvussu nógv ungarski dómarin fer at loyva teimum at dølla sær í sambandi við deyðbóltsstøður.

Setningurin hjá KÍ í kvøld er at megna úrslit, sum ber við sær, at tað framvegis verður spenningur um samantalda sigurin, tá ið KÍ um eina viku fer at eiga heimavøll.

Málverjin Mark F. Jensen er ikki við í Serbia. Tað verður Sebastian Linnet John, sum fer at verja KÍ málið. Hann vardi KÍ málið síðsta stóra tíman í 2-0 heimasigrinum ímóti finska SJK, og tá vísti hann seg at vera bæði royndur og tryggur millum stólparnar og úti í brotsteiginum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14