KÍ spælararnir vita hvat tað snýr seg um

Altjóða royndirnar eru óvanliga nógvar hjá teimum, sum nú fyrireika seg at spæla í Tiraspol

Jóannes Hansen
31. august 2023 kl. 11:46

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á FC Sheriff leikvøllinum í Tiraspol. Ongantíð áður hevur KÍ verið so langt burtur úr Føroyum. KÍ ferðalagið lendi fyrrapartin í gjár í Moldova, og eftir busstúr í hálvanannan tíma var ferðalagið komið upp á pláss, og í gjárkvøldið vandu spælararnir á vøllinum, har dysturin verður í kvøld.

Hóast umstøðurnar eru nógv øðrvísi, enn spælararnir eru vanir við í Klaksvík, so eru teir fattir og róligir.

-Tað verður heitt, men vit hava ofta spælt í nógvum hita, eitt nú tá ið vit vunnu 3-0 í Ungarn. Grasvøllurin er hampuliga góður at spæla á, og hóast tað ikki vera nógvir KÍ áskoðarar í kvøld, so fer tað ikki at órógva okkum, men fer heldur at skerpa okkum, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen við KÍ heimasíðuna.

KÍ spælararnir eiga ógvuliga nógvar altjóða royndir. Ivaleyst eigur liðið, sum er í Tiraspol, fleiri altjóða dystir, enn nakað føroyskt lið nakrantíð hevur átt.

Sambært samanteljing við støði í faroesoccer.com tølum, so hava KÍ spælararnir tilsaman spælt 342 Europa dystir, og tá eru dystir, sum norsku spælararnir hava umboðað onnur feløg, ikki roknaðir við. Og fyri Føroyar hava teir spælt 264 landsdystir.

Flestu landsdystirnar eiga Hallur Hansson (72), Odmar Færø (52), René S. Joensen (44) og Heini Vatnsdal (37). Fýra spælarar hava verið við í 30 ella fleiri dystum í Europa. Teir eru Odmar Færø (34), Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen (30). Jóannes K. Danielsen hevur verið við í 29 altjóða dystum við KÍ, Heini Vatnsdal hevur spælt 24 europeiskar dystir, og René Shaki Joensen hevur spælt 23 europeiskar dystir.