KÍ og NSÍ gott útgangsstøði

Bæði KÍ og NSÍ fingu eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum heima í Føroyum í undanumfarinum av Europe Conference League. KÍ vann meðan NSÍ fekk javnleik

Sigurjón Einarsson
8. juli 2021 kl. 19:08

Aftur í kvøld fekk føroyskur fótbóltur nøkur týdningarmikil stig, tá KÍ og NSÍ fingu góð úrslit í teirra útidystum í undankappingini til Europe Conference League.

KÍ vann 3-2 á útivølli móti RFS Riga, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Málskjúttar fyri KÍ vóru Bubacarr Sumareh, Páll Klettskarð og Heini Vatnsdal. Tað sást, at klaksvíkingar taka seriøst upp á uppgávuna, tí teir virkaði væl fyrireikaðir til dystin og stóðu seg væl í dystinum.

NSÍ spældi eisini á útivølli í kvøld í Finnlandi, har finsku vespurnar, FC Honka, tók ímóti vespunum úr Runavík. Og væl gekk hjá runavíkingum í kvøld, tí teir megnaðu at halda nullið í 90 minuttir. Málverji í kvøld var Karstin Hansen, ið aftur var millum stengurnar hjá NSÍ, eftir at hava verið í Danmark í lestrarørindum. Hann stóð ein góðan dyst, skilst á lagnum. Tórður Thomsen er enn skaddur.

Sostatt kann sigast, at bæði KÍ og NSÍ hava eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum í Føroyum um eina viku.

KÍ spælir við Djúpumýru í Klaksvík tann 15. juli klokkan 19. Tann dysturin er longu útseldur.

NSÍ spælir sín seinna dyst móti FC Honka á Svangaskarði – eisini hósdagin 15. juli – men tann dysturin byrjar klokkan 18. Enn ber til at keypa atgongumerki til tann dystin við at fylgja hesari leinkjuni.