Ongi úrslit

KÍ leypur um borg við 07 Vestur

Nú felagið vísti mær áhuga og greiddi mær frá ítróttarligu málsetningunum, ivaðist eg ikki í at taka av, og eg vænti eitt gott kappingarár, sigur Sebastian John

ki.fo
24. januar 2025 kl. 17:45

KÍ og 07Vestur hava lopið um borg á málmansplássinum. Ari H. Petersen er eftir ynski leigaður út til 07Vestur og KÍ hevur nú gjørt tvey ára sáttmála við Sebastian Linnet John. 

Til tilboðið frá KÍ sigur Sebastian: - Ki er eitt felag, sum eg fjør fekk nógvan kunnleika um. KÍ hevur bæði í heimligu kappingini og úti í Evropa víst serliga styrki. Nú felagið vísti mær frá áhuga og greiddi mær ítróttarligu málsetningunum, ivaðist eg ikki í at taka av.

Eg gleði meg at koma til Klaksvíkar at hitta mínar nýggju liðfelagar og gleði meg eisini at koma í gongd við venjing og dystir. Eg eri vísur í, at vit fáa eitt frálíkt kappingarár!

Um Sebastian John sigur royndi málmansvenjarin, Geza Turi: - Vit eru sera fegin um at fáa Sebastian John inn í KÍ hópin. Í 2024 hevði Sebastian ein týðandi leiklut við góðu avrikunum fyri  07Vestur í deildini BetriMenn. Hann kláraði seg væl í støðum ein-til-ein og hevur víst sannførandi førleikar í verjuketuni. Sebastian er stinnur bóltteknisk og tekur sær tryggur í tvørsendingum.

Eftir ætlan kemur Sebastian til Klaksvíkar miðskeiðis í komandi viku. KÍ ynskir verjuskansanum vælkomnan í Djúpumýrar.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59