Ongi úrslit

Kennedy tekur vekk tilmælið at koppseta frísk børn og barnakonur

CDC dagførir. Tey hava enn Covid-koppsetingar á skránni fyri frísk børn 6 mánaðir til 17 ár.

Jóhanna Højgaard
1. juni kl. 19:20

Heilsu- og almannamálaráðharrin í USA, Robert F. Kennedy Jr. boðaði týsdagin frá, saman við stjóranum í NIH Dr. Jay Bhattacharya, og FDA-kommisserinum Dr. Marty Makary, at COVID-19 koppsetingin ikki longur verður tilmælt á koppsetingarætlanini hjá CDC (miðstøð fyri sjúkueftirlit og fyribyrging)

Hettar er bert galdandi fyri frísk børn undir 18, og kvinnur sum eru við barni, segði hann.

Nakrar dagar seinni hesari fráboðan, lat CDC út dagføring via teldupost:

"Stovnurin hevur enn Covid-koppsetingar á skránni fyri frísk børn 6 mánaðir til 17 ár.

Men tær vera bert givnar undir teirri treyt, at børnini kunnu fáa koppsetingina í samráð við lækna ella veitara, um foreldruni ella onnur sum ansa eftir teimun, eisini vilja tað. Hettar kallast fyri felags avgerðartøku.

Koppsetingarnar verða eisini framvegis tøkar undir somu treytunum, til tey umleið 38 milliónir láginntøkubørnini sum eru undur ókeypis Barnakoppsetings-skipanini"

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

11 tímar síðan

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48