Ongi úrslit

Kavi og hálka elvir til stórar trupulleikar

Eisini í Streymnesi er fitt av kava
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 16:59

Í dag er bæði kavi, hálka og jarðrok, so tað eru sera vánalig koyrilíkindi um tað mesta av landinum.

Løgreglan sigur, at avleiðingin er at fleiri staðni standa bilar fastir.

Og nógva staðni standa bilar eisini so illa fyri, at teir eru til ampa fyri manningina hjá Landsverki, sum skal rudda vegirnar og salta.

Løgreglan heitir tí á bilførarar um at hugsa seg um áðrenn teir fara frá húsum. Løgreglan heitir eisini á fólk um at hugsa seg um, hvussu tey parkera bilin.

Og standa bilførarar fastir, heitir løgreglan á bilførarar um at ringja til teirra og siga frá, so at tað er lætt at fáa fatur á teimum aftur tá ið bilarnir skulu flytast.

Løgreglan sigur, at tey fáa fráboðanir allastaðni frá um hetta - heilt av Sandoynni og norðureftir, men úr Suðuroy hava tey einki frætt.

Landsverk sigur, at tað er serliga ringt á Sandoynni, men tað er ikki koyrandi um Gjáarskarð, í Kalsoynni og á Oyggjarvegnum.

Mest lisið hesa vikuna

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Bjørk boykottast

Í gjár kl. 21:01

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50