Ongi úrslit

Kappingarráðið vil hava bindandi útboðsreglur fyri kommunur

Kappingarráðið hevur sent landsstýrismanninum í fíggjarmálum eina áheitan um at gera nýggja útboðslóg fyri bæði kommunur og land.

© Edmund Jacobsen/Vitlíki
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Áheitanin byggir á eina stóra spurnakanning millum føroyskar fyritøkur, sum vísir á stórt misálit á kommunal útboð og innkeyp.

Sambært Kappingarráðnum halda nógv í vinnuni, at staðseting, persónlig sambond og manglandi gjøgnumskygni hava ov stóra ávirkan, tá kommunur keypa tænastur og vørur ella bjóða arbeiði út. Ráðið metir tí, at verandi skipan ikki tryggjar javna kapping og nóg gott gjøgnumskygni.

Triðingur kennir seg órættvíst viðfarnan

Spurnakanningin varð send til 1.102 fyritøkur, og 425 svaraðu. Av teimum fyritøkunum, sum hava royndir við kommunalum útboði og innkeypi, siga 34 prosent, at tær hava kent seg órættvíst viðfarnar. 44,2 prosent siga nei, meðan 21,8 prosent siga seg ikki vita.

Kanningin vísir eisini, at nógv meta, at bæði staðseting og persónlig sambond hava stóran týdning fyri, hvør vinnur kommunal útboð. Nærum 60 prosent av fyritøkum við royndum halda, at staðseting hevur týdning, meðan 62 prosent meta, at persónlig sambond hava ávirkan.

Tá spurt varð um óreiðiligar gerðir, sum mutur og svik, var talið lægri. Har siga 15,7 prosent, at tær hava kent seg lopnar um av slíkum orsøkum. Samstundis siga nógv, at tey ikki vita, um slíkt fer fram.

Stórur meiriluti ynskir nýggjar reglur

Sløk 75 prosent av fyritøkunum í kanningini ynskja greiðari reglur fyri kommunal útboð og innkeyp. Bert ein lítil partur heldur ikki, at tørvur er á broytingum.

Kappingarráðið mælir til eina nýggja skipan við greiðum mannagongdum, gjøgnumskygni, almennum metingarleistum, kravdum grundgevingum og kærumøguleika. Sambært ráðnum skulu reglurnar galda fyri bæði kommunur og land, so allir veitarar fáa somu fortreytir.

Í tilfarinum verður eisini mælt til ein felags útboðsportal fyri land og kommunur. Harumframt verður dentur lagdur á eftirlit við, at reglurnar verða fylgdar.

Kappingareftirlitið vísir á stórar sparingar

Kappingareftirlitið heldur, at greiðari útboðsreglur kunnu geva bæði størri kapping og lægri kostnað hjá tí almenna. Í áheitanini verður víst til tøl frá Keyp Landsins, sum sambært eftirlitinum vísa sparingar á millum 20 og 58 prosent á nøkrum økjum við skipaðum innkeypi.

Sambært frágreiðingini keypa føroyskar kommunur tænastur og vørur fyri stórar upphæddir hvørt ár, og tí kann manglandi kapping hava stórar búskaparligar avleiðingar.

Fyritøkur lýsa ógreiðar mannagongdir

Í viðmerkingunum í spurnakanningini siga fleiri fyritøkur, at tær uppliva kommunal útboð sum ógreið og trupul at hava álit á. Summar halda, at arbeiði ofta fer til somu fyritøkur, meðan aðrar vísa á, at útboðstilfar mangan er ógreitt ella broytt undirvegs.

Kappingarráðið staðfestir tó, at kanningin ikki prógvar, at óreglusemi er farið fram. Men ráðið heldur, at sjálv upplivingin hjá fyritøkunum hevur stóran týdning, tí hon kann fáa fyritøkur at halda seg aftur frá at bjóða upp á arbeiði.

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Álop á jødar í London

29. apríl kl. 13:09