Ongi úrslit

Kanning: Vit síggja svartari upp á tað enn vit hava gjørt

Sum heild vænta fólk, at tey verða verri fyri um eitt ár, enn tey eru nú

Áki Bertholdsen
9. juli kl. 09:19

Føroyingar eru ikki so bjartskygdir, sum teir hava verið. Tað vísir ein nýggj kanning hjá Hagstovuni.

Sostatt meta húsarhaldini, at bæði búskaparstøðan í samfelagnum, og teirra egna fíggjarliga støða, verður at verri um eitt ár enn hon er nú.

Kanningin vísur, at heili 27 prosent av húsarhaldunum fáa akkurat endarnar at røkka saman. Fyri trimum árum síðani, vóru tað 20 prosent.

Talvan vísir, at bjartskygni er minkað hetta seinasta árið

Hinvegin siga 56 prosent, at tey spara nakað upp og seks prosent siga, at tey spara nógv upp.

Hóast stóran prísvøkstur seinastu árini, eru tað ikki fleiri, ið siga, at tey mugu læna pening, men níggju prosent siga, at tey brúka av uppsparingini. 

Nýtslan hjá føroysku brúkarunum hevur týdning fyri handilsvinnuna, tí brúkarin keypir stóran part av teimum vørum, sum hendan vinnan bjóðar út á føroyska marknaðinum.

Tað eru færri, sum halda, at hetta er rætta løtan at gera ábøtur á bústaðin, ella at keypa bil. Men færri halda, at tað rætta løtan at keypa sjónvarp og vaskimaskinu, og annað

Hesa ferð eru tað fleiri, ið halda, at hetta er rætta løtan at gera størri keyp, til dømis húsbúnað og eltól, men færri hava ætlanir um størri bústaðarábøtur.

Húsarhaldini halda sjáldan, at tað er rætta løtan at keypa bil, men nú eru tað upp aftur færri enn tað hava verið.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14