Í gjár tók løgreglan ein útlendskan ferðamann, sum var komin við Norrønu. Løgreglan tók hann eftir at tollarar hjá Taks vóru komnir eftir, at ólag var í pappírunum hjá honum.
Ferðamaðurin ætlaði sær til Íslands, men tað slapp hann so ikki. Løgreglan sigur, at hann er nú settur í varðhaldið í Mjørkadali ímeðan tey kanna, hvør hann er, og hvussu viðurskiftini hjá honum annars eru, og hvørji pappír tað er, hann hevur.
Í hesum sambandi hevur løgreglan eisini samband við løgreglun í Danmark.
Í gjáramorgunin vaðr ein brandpostur uttan fyri Eysturoyartunnilin á Hvítanesi, í ólagi. og vatn varð sprænt á vegin, men sløkkiliðið og Tunnilsfelagið fingu boðini, og tey rættaðu brekið.