Ongi úrslit

Kanna møguleikarnar at byggja fótbóltshøll á Tvøroyri

Tað er á stykkinum, uttan fyri vøllin við Stórá, at tosað verður um at byggja eina fótbóltshøll
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú er Tekniska Deild hjá Tvøroyrar býráð farin at kanna møguleikarnar fyri at byggja eina fótbóltshøll á Tvøroyri.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá TB at fáa eina fótbóltshøll á stykkinum eystan fyri vøllin við Stórá.

Men ein fortreyt fyri at tað skal eydnast er, at Tvøroyrar Býráð tekur undir við tí og letur fíggjarligan stuðul til endamálið.

Tey høvdu eisini eina høll upp á hondina, men ætlanin varð slept.

Men síðani hevur Fótbóltssambandið boðað frá, at fara kommunur undir at byggja fótbóltshøll, ber til at fáa stuðul frá altjóða fótbóltssambandinum, Fifa, til endamálið, bæði til hallir í fullari stødd, og til minni hallir.

Stuðulin frá Fifa er 15-20 prosent av kostnaðinum, men í serstøkum førum kann hann vera hægri enn tað.

Tvøroyrar býráð sigur, at eingin játtan er til at byggja eina høll, sum lýkur krøvini frá Fifa. Men hinvegin eru 300.000 krónur settar av til at byggja uppí verandi ítróttarhøll eystureftir, soleiðis at pláss verður til eina hálva venjingarhøll, umframt til fundarhølir til feløgini, sum hava sítt virksemi í Ítróttarhøllini, og pláss verður eisini til eina goymslu.

Og nú hevur Tvøroyrar býráð einmælt samtykt at arbeiða víðari við einari ætlan at byggja eina høll, sum lýkur krøvini frá Fifa, við vøllin við Stórá.

Í hesum sambandið skal Tekniska deild hjá býráðnum kanna tørvin og kostnaðin av eini høll, sum lýkur Fifa-krøvini og at søkja FSF um stuðul til at byggingina.

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

Í gjár kl. 15:00

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14