Í gjár var løgreglan í Vágum og kannaði viðurkiftini hjá einum bónda. Tað hendi eftir at fólk hava verið í sambandi við løgregluna um viðurskiftini á garðinum, tí eftir teirra tykki vóru tey ikki eftir forskriftunum.
Djóralækni frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni var við á ferðini at gera sína metingar um, hvussu djórini høvdu tað.
Løgreglan sigur, at nú verður so mett um støðuna á garðinum. Umframt at verða kannaður fyri brot á lógina um djóravælferð, verður bóndin eisini kannaður fyri brot á umhvørvislógina, tí har lá ymiskt burturkast og sløddist í haganum.
Annars vil løgreglan ikki siga meiri um málið nú ímeðan tað verður kannað.