Ongi úrslit

Kanna eitt mál um harðskap

Áki Bertholdsen
5. november kl. 08:30

Løgreglan er nú í ferð við at kanna eitt mál um harðskap. Tilburðurin fór fram um vikuskiftið, men var ikki meldaður fyrr enn í gjár.

Løgreglan sigur, at talan er um ein mann, sum varð skumpaður so hart í ein hurðarkarm, at hann fekk skaða í andlitið.

Tað var á einum skeinkistaði í Havn at hetta hendi. Løgreglan sigur, at mú royna tey at peila seg inn á gerningsmannin, tí enn vita tey ikki, hvør tað er.

Men tey hava fingið eina lýsing av honum og skulu tosa við fólk, sum vóru til staðar.

Tey skulu eisini vita um nøkur vakmyndatól vóru nærhendis, sum kanska kunnu varpa ljós á, hvat tað var, sum hendi.

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42