Ongi úrslit

Kann missa koyrikortið fyri at missa kassar á vegin

Áki Bertholdsen
14 tímar síðan

Í gjár tók løgreglan ein lastbil, sum var á veg ígjøgnum Norðoyatunnilin við tómum fiskakassum í lastini.

Men løgreglan sigur, at førarin hevði ikki tryggjað lastina nóg væl, tí hann misti tveir kassar á vegin.

Kassarnir raktu ongan og sostatt stóðst eingin skaði av óhappinum. Men at missa farm úr lastini, er eitt mál, sum verður tikið í størsta álvara, og tað hevur meiri enn so hent seg, at bilførarar missa koyrikortið fyri tað.

Somuleiðis ringdi ein bilførari, sum koyrdu ígjøgnum Húsareynstunnilin, til løgregluna at boða frá, at stór stykki av plasti lógu á vegnum og kundi vera vandamikið fyri ferðslutrygdina.

Hetta er plast, sum verður brúkt at pakka ymiskt inn í, men sum onkur bilur hevur mist.

Løgreglan sigur, at sløkkiliðið varð boðsent og fekk tikið alt upp.

Myndatól eru í Húsareynstunlinum, men tað er bara eitt vanligt myndatól sum ikki goymur upptøkurnar, so tað var ikki til nakra nyttu í hesum føri.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

13 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20