Ongi úrslit

Julian og Treysti fingu heiðursløn á ársins Ítróttarfagnaði

Formaðurin í felagnum, Andreas Josephsen, tók vegna felagið ímóti heiðrinum sum “Ársins samanhald”

Treysti
9 tímar síðan

Í kvøld skipaði Klaksvíkar Kommuna fyri ársins Ítróttarfagnaði. Hetta var triðja árið á rað, at Klaksvíkar Kommuna hevði boðið umboðum frá øllum ítróttarfeløgum í kommununi, til eina hugnaliga løtu í Varpinum. Á skránni var, millum annað, heiðran av ítróttarfeløgum og einstaklingum.

Heiðurin “Ársins samanhald” fekk Treysti! Í grundgevingunum segði Karl Johansen, borgarstjóri, millum annað: Felagið er altíð klárt við eini hjálpandi hond, at skipa fyri tiltøkum ella stuðla undir heilsutiltøk í býnum, og hevur ein serstakliga góðan felagsskap, serliga millum motiónsíðkarar. Tey hava uppfostrað fleiri av okkara allar bestu íðkarum, sum fleiri vóru við og vunnu heiðursmerki á Oyggjaleikum í fjør.

Formaðurin í felagnum, Andreas Josephsen, tók ímóti hesum heiðri, sum vit øll í nevndini eru sera takksom fyri! Vit ynskja at Treysti skal vera eitt virkið felag, bæði fyri úrvalsíðkarar og fyri breiddina - børn, ung og eldri.

Heiðurin “Ársins avrik” fekk Julian Gregersen! Í grundgevingunum segði borgarstjórin millum annað: Heiðurin verður givin til ein íðkara, ið við einum serligum avriki, hevur hækkað støðið fyri hvat er møguligt, tá ein hevur arbeitt miðvíst, og hevur neyðuga stríðsviljan. Heiðurin fær Julian fyri at hava sett nýtt føroyskt met á maraton teininum. Metið hjá Julian er 2.21,30 - heili 6 minuttir betri enn gamla metið frá 1988!

Julian var eisini í Varpinum, og tók ímóti heiðurinum. Vit í Treysti eru stolt av hansara mongu ótrúligu avrikum seinasu tíðina, og eru takksom fyri at hann eisini er virkin í felagnum. Hjartaliga til lukku Julian!

Treysti ynskir eisini at takka Klaksvíkar Kommunu so hjartaliga fyri heiðurslønina, tey vøkru orðini og hugnaligu løtuna í Varpinum.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00