Julius og Rógvi tendra jólatræið í ár, borgarstjórin heldur røðu og prestur talar.
Ælabogin fer at spæla í Betri garðinum aftaná og síðani verður nissu-disko við Beintu Haraldsen í pavillónini.
- Hettar varð super væl móttikið í fjør. Tað vóru fleiri sum komu og dansaðu afturvið jólatónleiki, sigur Siri Hansen, leiðari á Visit Tórshavn.
Hesin dagurin er startskotið til jólaabýin, jólasmátturnar og alt tað sum er í býnum.
Hugnaligu jólasmátturnar á Vaglinum
Á parkeringsplássinum, verður pavillón og nakrar smáttur og oman eftir Niels Finsens gøtu standa eisini smáttur.
Sølusmátturnar lata upp 29. novembur og hava síðani opið hvørt vikuskiftið fram til jóla.
Frá 14. desembur er opið hvønn dag fram til jóla.
Í smáttunum ber til at keypa sær okkurt heitt at drekka og okkurt søtt afturvið, meðan man nýtur góða jólastemningin í býnum.
Eisini eru smáttur, ið selja ymiskt heimavirkað
Sum nakað nýtt
Býráðið hevur gjørt av, at steingja vegin frá springvatninum og oman til kioskina hjá Astu, ella oman til parkeringsøkið á vaglinum.
Hettar er gjørt so man kann fáa eina jólagongugøtu, har fólk kunnu hugna sær og hyggja at jólapynti, og fyri tað skal vera trygt hjá børnunum, at renna runt, uttan at man skal hugsa um ferðlsu.
Frá 29. novembur verður jólasýning í Kondittarínum, sum skal hava opið hvørt vikuskifti fram til jóla. Har kann ein síggja ymiskt gamalt jólaprýði, dømi um, hvat mann fekk í jólagávu fyrr, og hvat man brúkti at baka við.
Fólk skulu kunna ganga runt og síggja lutirnar og fáa ymiskt at vita um teir.
Lutirnir eru frá Býarsavninum, og Lív Arge Simonsen hevur funnið teir fram og setir framsýningina upp.
‘’Í ár verður eisini møguligt at síggja føroya størstu jólagávu, sum er 3,5 metur høg og breið, har øll hava møguleika at stíga inn í jólagávuna.
Inni í jólagávuni stendur ein stólur hjá jólamanninum, har mann kann seta seg og taka nakrar myndir, og sjálvandi kemur jólamaðurin eisini framvið at vitja viðhvørt’’
Væleydna tiltøk
Barnajól í Margarinfabrikkini
Leygardagin 6. desembur kunnu børn í øllum aldursbólkum leggja leiðina framvið á Margarinfabrikkini til tiltakið, Barnajól. Fabrikkin hevur opið hús frá klokkan 11 til klokkan 16 fyri børn, ung og vaksin. Margarinfabrikkini bjóðar alt møguligt ítriv út av ymsum slag. Tiltakið plagar at vera sera væl vitjað og mann møtur bara upp - og alt er ókeypis.
Jólaskipið leggur at í Vágsbotni 13. desembur klokkan 16.
Við umborð er eingin minni enn Julius og fimm aðrir jólamenn, sum aftur í ár, gleða seg at síggja børnini og taka ímóti teimum í hugnaliga umhvørvinum undir Bryggjubakka.
Samstundis bjóðar Ríkisumboðið jólabaksur út gjøgnum vindeygað.
14. desembur byrjar Jólavikan av álvara í miðbýnum. Tá hava handlarnir leingi opið fram til jóla, og hvønn dag er okkurt á skrá - alt frá tónleiki og kórsangi til jóladisko-bingo og annað.
Tann 20. desembur koma Julius og Rógvi at undirhalda klokkan 16 í pavillónini, og tað plagar eisini at verða sera væl vitja
Og hóast jólamenninir hava nógv at gera til jóla, koma teir drønandi á súkklu gjøgnum býin sunnudagin 22. desembur klokkan 16.
Prýddu súklunar seta sín jólaliga dám á, jólamenninir heilsa uppá børn og vaksin, og so síðani skipa teir fyri stoppdansi í pavillónini klokkan 16.30.
Jólahald verða kring kommununa í ymsu bygdunum, og skráin verður løgd út á Facebook-síðuna, jól í miðbýnum
Meira kann eisini síggjast við at fara á www.timin.fo og www.visitthorshavn.fo