Tað er ikki lætt at siga, nær alt byrjaði við ymsum tiltøkum til jól á Tvøroyri. Jólatræshaldið hevur verið so leingi, sum nakar minnist, og er eins og pyntingin, vaksin í vavi við tíðini.
Flestu støð í landinum vilja altíð gera okkurt serligt burtur úr jólahøgtíðini, og Tvøroyri er onki undantak.
Myrkur, kuldi og keðiligt vetrarveður gera, at tað kennist natúrligt at skapa sín egna ljósanda, heldur Barni Nygaard, trivnaðarfólk í Tvøroyra kommunu
Í mong ár hevur Tvøroyrar kommuna gjørt nógv burtur úr pyntingini runt um í kommununi, eisini í bygdunum í kommununi.
Miðbýurin er vakurt ljósprýddur, og stóra jólatræið - ið ein lokal fyritøka prýðir - hevur altíð verið mett sum eitt tað vakrasta í landinum.
Eisini smærri trø verða sett upp aðrastaðni í kommununi. Hetta hevur vundið upp á seg ár undan ári, og pyntingin gerst støðugt bæði vakrari og meiri hábærslig.
Í ár verður jólatræshaldið 30. novembur. Tá koma jólamenninir við hestavogni inn í býin og býta út pakkar til børnini. Øll fáa bollar og kakao, presturin sigur nøkur orð, og hornorkestrið spælir. Hetta er eitt av teimum tiltøkunum, sum dregur nógv fólk til, millum 500 og 800 vitjandi plaga at koma úr allari oynni.
Sama dag skipar kommunan fyri jólamarknaði, har handalig og skapandi fólk sýna fram og selja ymiskt heimagjørt. Eftirskúlin skipar fyri kafé, og stemningurin er altíð góður.
Eitt annað vælumtókt tiltak er hugnin í Plantasjuni í Trongisvági 14. desembur. Har vitja jólamenn, og felagssangur og hugni fylla staðið.
Tað, sum tó setur serligan dám á nýggjárshøgtíðina, er hin árliga pílagrímsferðin niðan á Oyrnafjall. Hon er nýggjársaftansmorgun tá ið eini 100 og 250 fólk fara til gongu upp á tindin - næstan í øllum veðri. Sama dag verður eisini felags morgunmatur, kyndlagonga, bál og stórt fýrverk á miðnátt – alt tiltøk, ið kommunan stuðlar, men frítíðarfeløg skipa fyri.
Eitt av mest spennandi tiltøkunum í ár er tó “Siðsøgulig jól”. Tað varð roynt fyrstu ferð fyri tveimum árum síðan og verður nú endurtikið. Tvøroyrar kommuna eigur fleiri av gomlu bygningunum hjá TF Thomsen, millum annað Faktorhúsið og gamla Kgl. Einahandilin. Og kommunan hevur eisini hevur latið Bygda- og Sjóvinnusavninum stuðul til at skipa fyri tiltakinum.
Tað er Johan Holm Simonsen, sum samskipar tiltakið og húsini verða pyntað uttan og innan, eins og í gomlum døgum.
Tey tiltøk, sum fólk gleða seg mest til, eru fyrst og fremst jólatræshaldið og jólamarknaðurin, men “Siðsøgulig jól” dregur eisini nógv fólk til.
Jólaskráin er vaksin nógv í vavi hesi seinastu árini. Tað byrjaði sum eittans jólatræshald, men nú er ein ørgrynna av tiltøkum at fara til – bæði kommunal og privat.
Á Tvøroyri eru tiltøk í SALT, í skúlanum, í kirkjuni, í samkomum og hjá áhugafeløgum.
Kommunan ætlar at savna alt í einum faldara, sum verður borin út til øll húsarhald.
Tvøroyri verður lýst sum ein býur, har fólk veruliga leggja seg eftir at skapa jólahugna.
Pynting við ljósum, jólatrø og tiltøk av ymsum slag skapa eina serliga atmosfæru, sum ger býin livandi í myrku tíðini.
Jólatiltøkini eru vanliga sera væl vitjað. Alt eftir málbólki, kann talið vera upp í fleiri hundrað, ella yvir túsund fólk, serliga á marknaðinum og “Siðsøguligum jólum”, ið eru um alla jólahøgtíðina.
Kommunan samstarvar við handilslív, feløg og skúlar, fyri at savna alt virkið saman í eina felags jólaskrá. Handlarnir gera nógv burtur úr pynting og stemningi, og kommunan stuðlar tiltøkum, sum feløgini fyriskipa.
Fyri Tvøroyrar kommunu hevur hetta stóran týdning. At stuðla og skapa góðar karmar kveikir áhugan hjá borgarunum at taka lut og gera nakað til gleði og trivnað fyri øll.