Ongi úrslit

Jólaveðrið

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 12:15

Forsøgn galdandi til jólamorgun

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í nátt lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig. 

Jóladag

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.

2. jóladag

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið gongur hann upp í útnyrðing og veksur vindin eitt skifti upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, við skiftandi skýlofti og turt. Hitin 3 til 8 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella hálvskýggjað og turt. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum vestanfyri. Hitin 4 til 9 stig.

Mánadagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57