Ongi úrslit

Jólakonsert í Hoyvíkar kirkju í kvøld

SANNA og BENJAMIN

Hoyvíkar kirkja
20 tímar síðan

Sunnukvøldið 21. desember kl. 19 verður jólakonsert í Hoyvíkar kirkju við Sannu Bæk Hoydal og Benjamin Petersen.

Ein jólakonsert var í kirkjuni stutt fyri jól í fjør, og bjóðar Hoyvíkar kirkja aftur í ár til eina hugnaliga konsert, nú fólk vónandi hava fingið tað mesta til høldar undan jólum.

Sanna og Benjamin eru væl kendar stjørnur á føroyska tónleikahválvinum, og hetta fjórða sunnukvøldið í advent bjóða tey øllum at seta seg niður og njóta sín góða tónleik, nú jólini eru í hondum.

Verið vælkomin!

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48