Ongi úrslit

Jógvan og Bárður døma landsdystin

Annar av ætlaðu dómarunum hevur fingið koronu, og tí skal føroyska dómaraparið Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimsvík døma landsdystin í hondbólti millum Føroyar og Kekkia í kvøld.

Katrin Erlendsdóttir
30. apríl 2021 kl. 15:31

Fyrireikingarnar til hondbóltslandsdystin í kvøld gjørdust heilt serligar, tá tað gjørdist greitt, at annar av dómarunum úr Litava hevði fingið staðfest koronu. Hetta veit Kringvarp Føroya at siga. Dómararnir komu til Føroya í gjárkvøldið.

Evropeiska hondbóltssambandið hevur síðani tikið avgerð um, at føroyska dómaraparið Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimsvík skulu døma EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kekkia. Kekkar hava góðtikið føroysku dómararnar, tí tey vilja hava dystin avgreiddan, og Evropeiska hondbóltssambandið hevur heldur ikki aðrar møguleikar at vísa á í løtuni, tí tað er ikki pláss í altjóða kalendaranum at útseta dystin, segði Ári Rouch frá Hondbóltssambandinum við Kringvarpið í dag.

Landsdysturin verður sostatt spældur í Høllini á Hálsi klokkan 19.45 við føroyskum dómarum.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

12 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41