Ongi úrslit

Jóannes flytur til Kasakstan

Føroyski landsliðsspælarin hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við FC Kyzylzhar Petropavlovsk

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Higartil hevur fótbóltur í Kasakstan bara havt áhuga millum føroyingar, tá ið talan er um landsliðsfótbólt. Føroyska landsliðið hevur áður spælt móti Kasakstan.

Nú verður ivaleyst øðrvísi, tí nú hevur hann ein føroyskur spælari skrivað undir sáttmála við felag í Kasakstan.

Tað hevur ligið í kortunum, og nú er tað váttað. Jóannes Bjartalíð flytur nú til Kasakstan at spæla fótbólt. Hann hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við FC Kyzylzhar Petropavlovsk, sum er á níggjunda plássi í bestu deildini.

Í løtuni er felagið á venjingarlegu í Turkalandi, og Jóannes Bjartalíð er saman við nýggju liðfeløgunum, nú hann hevur skrivað undir eitt ára sáttmálan.

Kasakstan er so langt burtur í Europa, sum tað ber til at koma. Úr Keypmannahavn og beinleiðis til høvuðsstaðin Astana er flogtíðin umleið níggju tímar. Oftast er neyðugt at millumlenda á vegnum, og tá er tað skjótt, at flogtíðin er 12 tímar ella kanska longri enn so.

 

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14