Ongi úrslit

Javnstøðunevndin á EXPO í Japan

Javnstøðunevndin
2. sepember 2025 kl. 20:35

Forkvinnan í javnstøðunevndini, Halla Nolsøe Poulsen, hevur seinastu dagarnar luttikið á Equality Day, sum er liður í heimsframsýningini EXPO 2025 í Osaka í Japan. 

Í hesum sambandi var heitt á Hallu um at halda røðu, ið hevði heitið “The Role of Gender Equality in Economic Growth and Sustainable Societies”. Við røðuni setti Halla sjóneykuna á kvinnur í mansdomineraðum yrkjum og leiðslustørvum, og tók hon støði í egnum royndum.

Eitt høvuðsatlit hjá Hallu var leikluturin hjá kvinnum í fiskivinnuni, sum bæði søguliga og í samtíðini hevur avgerandi týdning fyri føroyska búskapin. Søguliga hevur kvinnuleikluturin í fiskivinnuni verið at kalla ósjónligur, hóast vit vita, at kvinnurnar hava verið sera týdningarmiklar fyri framburðin, ofta á jøvnum føti við menn. Í dag rúmar høvuðsvinnan í Føroyum framvegis ikki nóg nógvum kvinnum.

Halla gjørdi greitt, at sterkari kvinnuumboðan krevst til frama fyri okkum øll, tí tá kvinnur sleppa inn í øki, har tær áður hava manglað, hendir nakað nýtt. 

- Tá kvinnur sleppa framat, hava tær øðrvísi royndir í viðførinum. Nýhugsan, aðrar raðfestingar og ein víðan sjónarring. Hetta gagnar okkum øllum, tí tá endurspeglar arbeiðið betur samfelagið, sigur Halla. 

Í Norðurlondum finnast nógvar sólskinssøgur at taka støði í, tá tað ræður um at skapa burðardygg samfeløg á altjóða palli. Umframt økta kvinnuumboðan hava eitt nú verið stór frambrot í sambandi við barsilsbýtið millum kyn, fjølbroyttari arbeiðsmarknaðarluttøku og ymsar stigvísar javnstøðunýskipanir, ið hava borið frukt. Úrslitið hevur nevniliga verið sterkari samfeløg, bæði búskaparliga og mentanarliga.

Aftrat Hallu luttóku serfrøðingar og leiðarar úr Japan, Íslandi og Danmark á kjakpallinum. Landsstýriskvinnan í Uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, setti javnstøðudagin í Osaka.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10